Bookmark and Share     Sitemap

Skeið á Húsarhaldsskúla Føroya 2017

Húsarhaldsskúli Føroya skipar fyri fleiri skeiðum í 2017. Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at lesa meira um hvørt skeið og um tú skalt tilmelda teg.

Tilmelding skal verða í seinasta lagi 1 viku áðrenn skeiðið byrjar og tilmeldingin er bindandi. Møguleiki er fyri at gista á skúlanum, til øll skeiðini. Fleiri upplýsingar um skeiðini fáast við at venda sær til skúlan.

Viðmerkjast skal at tað er avmarkað luttøka til øll skeiðini.

 

Les meira og tilmelding


Lívsstílsskeið á Húsarhaldsskúla Føroya

Kom og broyt tín lívsstíl

Vit hava nú 20 ár á baki við okkara sera vælumtókta lívsstílsskeiði.

Á lívsstílsskeiðinum lærir tú, hvussu tú kanst eta heilsugott og samstundis eisini lætna nøkur kilo. Tú fært møguleikan fyri at tilogna tær vitan um ymisk viðurskifti, sum ávirka vektina, kolesteroltal, blóðsukur og rørslu. Tú fært íblástur og uppskriftir til heilsugóðan mat, ið bæði er diabetes- og hjartavinarligur.

Skeiðini byrja 14. mars
 

 Filmur um húsarhaldsskúlan

 

 

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo