Bookmark and Share     Sitemap

Grundstøðisútbúgvingin

 
faldari um Húsarhaldsskúla Føroya

 

Útbúgvingin sum heild

HSF hevur eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum. Afturat vanligari undivísing, er ein partur av undirvísingini skipaður í tvørfakliga evnisviðgerð. 

Dømi um evni:

  • Kostur
  • Altjóða vika
  • Kostkanning v.m.
  • Evnisarbeiðið endar við framløgu fyri floksfeløgum og í onkrum føri almannakunngerð av kanningarúrslitum. Hesin arbeiðsháttur samansjóðar fakliga kunning og handaligt arbeiði, ið ger, at øll á sín hátt eftir evni og førleika fáa nógv burturúr

Lærugreinar:

  • Matlæra
  • Føðslulæra
  • Reinføri
  • Samfelags- og brúkaralæra
  • Tilskering og seyming
  • Brodering
  • Binding
  • Silkimáling
  • Glaslist
  • o.a.

Onnur evni:

  • Fínari matgerð
  • Borðeiðing
  • Føroyskur matur
  • Matur til ítróttarfólk
  • Matur úr fremmandum londum
  • Fyrstahjálp
  • Brandskeið
  • Útferðir og hugnakvøld

Matgerð:

Heilsugóður kostur, vælsmakkandi rættir, matur úr fremmandum londum, føroyskur matur - tú fært innlit í eina fjølbroytta matmentan. Tú lærir ikki bert at matgera, men eisini at sita sum gestur við væl dekkað borð!

Hondarbeiði:

Eitt spennandi og fjølbroytt úrval av møguleikum - dømi eru seyming og tilskering, skinn- og leðurarbeiði, brodering og gerð av føroyskum klæðum, silki-,áling, patchwork, glaslist, applikatión- annars, hvat tú sjálv/ur kanst finna uppá.

Aðrir møguleikar á skúlanum:

Ein góður partur av skeiðnum er virksemi í frítíðini. Samanhaldið er gott og møguleikarnir nógvir. Skúlin hevur m.a.: Venjingarhøli við ymiskum amboðum, teldu við interneti, sjónvarpsstovu og onnur hølir.

Tit búgva á skúlanum:

Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á HSF ein ógloymandi tíð. Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur!

Nær og hvussu leingi:

Útbúgvingin byrjar í august og endar í februar. Allir næmingar fáa prógv handað.

Hvat krevst:

Tú skalt hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans.  skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.

Tilmelding:

Tilmelding og nærri frágreiðing um skúlan, kostnað o.a., fæst við at ringja ella skriva til HSF. 

Frítíðarmøguleikar :

Klaksvík er ein virkin býur, og nógv er at fara til. Her er m.a. café, matstova, diskotek, biografur, svimjihøll, ítróttarhøll v.m.

Onnur styttri skeið:

Í várhálvuni bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. Dømi um evni eru: "Vigar tú ov nógv", heilsugóður matur, hondarbeiðskeið. Hesi skeið verða lýst nærri í fjølmiðlunum.

Kostnaður:

Kostnaðurin fyri skeiði er 14.200kr, 1000 kr. er tilmeldingargjaldi og gjaldið fyri august, og annars 2200 kr. um mánaðin frá sept til feb. báðir mánaðir íroknaðir. Goldið verður tann 1. í hvørjum mánaði.
Gjaldi fyri undirvísingartilfar er 3500 kr.
H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo