Bookmark and Share     Sitemap

Tilmelding til húsarhaldsskeið 2018/19

Vælkomin á Húsarhaldsskúla Føroya til eitt 7 mánaða húsarhaldsskeið sum heilt víst verður ein ógloymandi tíð! Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur!
 
Skeiðið byrjar í august og endar í februar. Allir næmingar fáa prógv handað.
 
Hvat krevst?
 
Næmingar, sum hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans.
Skeiðið er bæði fyri gentur og dreingir. Tú kanst lesa meira um kostnað og lærugreinar her >>
 
Svar um upptøku verður send 10. mars við telduposti. 
 
 
 
Tilmeldingin byrjar her 06. november.
umráðandi at upplýsa rættan teldupost
um tú ert yngri enn 18 ár skal tú upplýsa teldupost hjá foreldrum /avvarðandi
H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo