Bookmark and Share     Sitemap

Grovbollar

Grovbollar - 24 stk.

 
Tilfar:
 
50 g av pressuger
5 dl av flógari lættimjólk
1½ tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
½ dl av olju
120 g havragrýni
350 g av hveitimjøli
 
At pensla við:
mjólk
Arbeiðsháttur:
  • Loys gerina upp í flógvu mjólkini
  • Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
  • Set deiggið at ganga á glógvum staði í 30 min.
  • Elt deiggið aftur, evna til 24 bollar og set á bakarovnsplátu, sum er klødd við bakipappíri
  • Set bollarnar at ganga á flógvum staði í 30 min.
  • Pensla bollarnar við mjólk
  • Hita ovnin til 200°
  •  og baka mitt í ovninum í uml. 15 min.
 
Orka pr. 100 g: 992 kJ/236 Kcal - Fiti: 4,9 g - Kolvæta: 37,3 - Trevjur: 5
Orka pr. stk.: 573 kJ/136 Kcal - Fiti: 2,8 g - Kolvæta: 21,5 - Trevjur: 3
 

Rugbreyð

Rugbreyð - 2 stk.

 
Tilfar:
 
Súrdeiggj, 1 port.
15 g av pressuger
1½ dl av flógvum vatni
75 g av rugmjøli
 
1. dagur:
1 port. súrdeiggj
1 ltr. av vatni
2 súpisk. av sukri
500 g av skornum rugkjarnum
650 g av hveitimjøli
 
2. dagur:
½ ltr. av vatni
2. súpisk. av sukri
2 súpisk. av salti
200 g av grahamsmjøli
400 g av rugmjøli
Arbeiðsháttur:
  • Loys gerina upp í flógva vatninum og rør rugmjølið í
  • Set deiggið at ganga á flógvum staði til næsta dag
  • Rør alt tilfarið til 1. dagin saman og set deiggið at ganga til næsta dag
  • Koyr restina av tilfarinum í deiggið frá degnum fyri og rør væl. Tak deiggj frá til súrdeiggj, uml. 250 g
  • Koyr deiggið í tveir smurdar breyðformar (3 ltr.)
  • og lat ganga á flógvum staði, til deiggið er komið upp á tromina á forminum
  • Hita ovin til 190° og baka niðast í ovninum í uml. 90 min.
  • Tak breyðini úr formunum og lat kølna á bakirist
 
Orka pr. 100 g: 766 kJ/182 Kcal - Fiti: 1,1 g - Kolvæta: 35,4 - Trevjur: 6,4
 
Skúlabreyð

Skúlabreyð - 25 stk.

Tilfar:
 
50 g av pressuger
4 dl av fógvum vatni
2 dl av blaki, hvíta ella tílíkum
½ dl av olju
1 tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
100 g av rugmjøli
100 g av grahamsmjøli
100 g av sáldaðum mjøli (sigtemel)
uml. 600 g av hveitimjøli
Arbeiðsháttur:
  • Loys gerina upp í flógva vatninum
  • Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
  • Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
  • Evna 25 smá avlong breyð og set á bakarovnsplátu klæddað við bakipappíri
  • Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
  • Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 20. min
 
Føðsluvirði pr. 100 g:
 Orka 961 kJ/228 Kcal - Eggjahvítaevni: 5 g - Feitt: 3,9 - Kolvæta: 41,8
 
Føðsluvirði pr. stk.:
 Orka 586 kJ/139 Kcal - Eggjahvítaevni: 3,6 g - Feitt: 2,4 - Kolvæta: 25,5
H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo