Bookmark and Share     Sitemap

Kjøtbreyð við gularótum 4-6 fólk

Tilfar:

Kjøtdeiggj:
1 leyk
150 g av gularótum
500 g av malnum neyta- ella svínakjøti (10-12% feitt)
1½ tesk. av salti
¼ tesk. av pipari
1 egg
1 dl av hveitimjøli (60 g)
1 dl av lættimjólk
 
1 ltr. av kókaðum vatni
2 neytabótarmolar
1 leyk
 
1 glas av soppum
møguliga litevni
salt og pipar
 
Javningur:
1 dl av lættimjólk
4-5 súpisk. av meisenu
Arbeiðsháttur:
  • Rív leykin og gularøturnar fínt
  • Rør kjøtið væl saman við rivna leykinum og gularótunum
  • Koyr restina av tilfarinum í. (Ansa eftir, at deiggið ikki gerst ov tunt)
  • Evna deiggið til eitt breyð og legg tað í eitt ovnfast fat
  • Koyr vatnið, bótarmolarnar og leykin í fatið
  • Hita ovnin 175° og set fatið mitt í ovnin í 50-60 min.
Sós:
  • Síla soðið frá kjøtbreyðinum í eina grýtu og skúma feittið omanav
  • Ger javning og rør hann í, koyr sopparnar í og lat koma upp á kók.
  • Koyr møguliga litevni í og smakka til við salti og pipari.
 
Afturvið:

Eplabátar og salat við víndrúvum 
 
Føðsluvirði pr. 100 g kjøtbreyð:
 Orka 583 kJ/139 Kcal -  Eggjahvítaevni: 13,6 g  - Feitt: 5,9 g -  Kolvæta: 7,6 g
 
 
karrygrýta

Karrygrýta 4-6 fólk

 
Tilfar:

600 g av neyta- ella svínakjøti
2 leykir
1 súpisk. av olju
2 tesk. av karry
5 dl av vatni
1 neytabótarmola
1 tesk. av salti
1 dl av kokusmjøli
1 dl av rosinum
250 g av grønmetisblanding
salt og pipar
 
Javningur:
2 dl av vatni
4 súpisk. av hveitimjøli
Arbeiðsháttur:
  •  Sker kjøtið í bitar og sker leykirnar grovt
  • Hita oljuna í einari grýtu, brúnka kjøtið og leykirnar saman við karry
  • Koyr vatnið, bótarmolan, saltið, kokusmjølið og rosinurnar í
  • lat kóka undir loki í uml. 1 tíma
  • Ger javning, rør hann í og lat koma uppá kók
  • koyr grønmetisblandingina í og lat kóka í 5-10 min. Smakka til við salti og pipari
 
Afturvið:
Rís, kinakál ella icebergsalat, ananasbitar, kokusmjøl, rosinur, jarðnøtir, piparfrukt og gurku í bitum. Alt í smáum skálum.
 
Føðsluvirði pr. 100 g:
 Orka 363 kJ/86 Kcal -  Eggjahvítaevni: 8,4 g  - Feitt: 3 g -  Kolvæta: 6,3 g
 

høsnarungi hawai

Høsnarungi "Hawai" - 4 fólk

 
Tilfar:
 
5 ringar av ananasi
2 purrur ella 2 leykir
150 g av soppum
10 turkaðar aprikosur
sevja av 1 appilsin (uml 1½ dl)
sevja av ½ sitrón
ananassevja (1 dós)
1-2 súpisk. av hunangi
1-2 tesk. av karry
4 súpisk. av kokusmjøli
½ høsnarbótarmola
 
Javningur:
½ dl av vatni
2 tesk. av meisenu
 
1 høsnarungi
salt og paprika
Arbeiðsháttur.
  • Sker ananasi í bitar 1x1 cm og legg í eitt eldfast fat (goym sevjuna)
  • Sker purrurnar og sopparnar í flísar og aprikosurnar í helvt og koyr oman yvir ananasið
  • Hita appilsin-, sitrón- og ananassevjuna í einari grýtu saman við restini av tilfarinum
  • Ger javning, rør í sósina og stoyt í fatið
  • Vaska høsnarungan væl og sker í helvt, krydda við salti og papriku og legg oman yvir fruktina og grønmetið
  • Hita ovnin til 200° og set fatið niðarlaga í ovnin í uml. 1 tíma 
 
Føðsluvirði pr. 100 g:  Orka 518 kJ/123 Kcal -  Protein: 9,2 g  - Feitt: 6,2 g -  Kolvæta: 7,4 g
 

fiskur i tomatsós

Fiskur í tomat og kokussós 4-6 fólk

 
Tilfar:
 
800 g av toskaflaki
1 purra
1 súpisk. av olju
1-2 bátar av hvítleyki (pressaðum)
1 tesk. av papriku
½ tesk. av ingiferi
½ tesk. av kili
¼ tesk. av sísskummani
1 høsnabótarmola
1 dós av kokusmjólk (light)
1 dós av flustum tomatum
salt og pipar
 
Javningur:
2 súpisk. av meisenu
½ dl av vatni
Arbeiðsháttur:
  • Sker fiskin í hóskandi stykki og legg hann í eitt ovnfast fat
  • Sker purruna í tunnar flísar
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka purruflísarnar og hvítleykin
  • koyr restina av tilfarinum í og lat kóka í uml. 5 min.
  • Smakka til við salti, pipari og møguliga meira av kryddaríum
  • Ger javning, rør hann í sósina og stoyt oman yvir fiskin
  • Hita ovnin til 180° og set fatið mitt í ovnin í 30 min.
 
Føðsluvirði pr. 100 g:
 Orka 320 kJ/76 Kcal -  Protein: 8,2 g  - Feitt: 1,6 g -  Kolvæta: 6,6 g
H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo