Bookmark and Share     Sitemap

Hvat er fullkorn?

Fullkorn kann bæði vera heilir ella virkaðir kjarnar – t.d. støktir ella malnir til fullkornsmjøl. Tað týdningarmesta er, at allir partar av korninum eru tiknir við – eisini sáða og spírar. Tí tað er júst her, ið tær flestu trevjurnar, vitamin og mineral eru. Fullkorn er í nógvum sløgum av matvørum, t.d. rugbreyði, ljósum fullkornsbreyði, havragrýni, músli og fullkornspasta. Og tað er í royndum sera týdningarmikið at eta fullkorn frá ymsum bakstri og kornblandi. So minst til at skifta ímillum, tá ið tú etur fullkorn.
 

Et fullkornsbreyð og grýn fleiri ferðir um dagin!

Breyð og kornbland hava týdning í dagsins máltíðum, av tí at tey eru soltin, og við teimum fært tú nógv týdningarmikil føðsluevni – serliga um tú etur fullkorn. Et tí helst fullkornsbland til morgunmat, á døgurða og til millummála. Umframt úr havragrýnum og rugbreyði kanst tú eisini fáa fullkorn úr nøkrum sløgum av músli, brakbreyð og øðrum breyðsløgum.

Keyp vørur við fullkornsmerki á, tá ið tú keypir kornbland, mjøl, breyð, brakbreyð, rís og pasta. Les meira á www.fuldkorn.dk. Et í minsta lagi 75 g av fullkorni um dagin. Børn millum 4 og 10 ár skulu hava 40-60 g av fullkorni um dagin.

 

Soleiðis fært tú 75 g av fullkorni um dagin

1. dømi 2. dømi 3. dømi
2 dl av havragrýnum 1 dl av músli 2 flísar av rugbreyði
1 flís av rugbreyði 2 fullkornsbollar 1 fullkornsbrakbreyð
1 fullkornsbrakbreyð 1 verð av fullkornspasta  

 

Kelda: Fólkaheilsuráðið

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo