Bookmark and Share     Sitemap

Lyklarholið, ein góður vegvísari

Lyklarholið er eitt matvørumerki, sum upplýsir um heilsugóðar matvørur. Lyklarholsmerkið kann gera tað lættari fyri brúkarin at gera eitt heilsubetri val, um man ikki hættar sær undir at lesa eina vørulýsing.

Matvørur, sum hava lyklarholsmerkið, skulu lúka ávís krøv, viðvíkjandi...          

  • Minni fiti
  • Minni sukur
  • Minni salt
  • Og meiri av fullkorn og kosttrevjum

Matvørur, ið kunnu fáa lyklarholið

  • Mjólkaúrdráttir (mjólk, jogurt og ostur)
  • Margarin og oljur
  • Kjøt, fiskur, samansettir rættir
  • Liðugtgjørdir rættir (døgurðamatur, tertur, pizza, súpanir o.a.)
  • Frukt, ber, epli og grønmeti
  • Breyð og grýn (knekkbreyð, kornblandingar, pasta, mjøl og morgunmatarvørur)

Matvørur, ið ikki fáa lyklarholið eru

  • Sodavand, góðgæti og køkur
  • Matvørur, søtaðar við søtievni

 

Les meira um lyklarholið á www.noeglehullet.dk

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo