Bookmark and Share     Sitemap

Endamálið

Endamálið við skúlanum er at reka Húsarhaldsskúla Føroya innan fyri karmarnar, sum ásettir eru í Løgtingslóg nr.66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar.

Skúlin gevur almennandi undirvísing við serligum atliti til heimið og familjuna.

mynd av húsarhaldsskúla Føroya

Ein vistarskúli

Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli, og tað merkir, at allir næmingar, sum ganga á skúlanum, eisini búgva á skúlanum. Skúlin hevur búpláss fyri 21 næmingum.

Í frítíðini er virksemi ein tíðandi partur av uppihaldinum, og tí verður skipað fyri hugnakvøldum eina ferð um mánaðin.

Tað er sjálvsagt, at tá nógv ungfólk skulu húsast undir somu lon, er tað umráðandi at hava tað gott saman. Tí verður stórur dentur lagdur á felagslívið á skúlanum, at næmingarnir læra at virða hvønn annan og at vísa ábyrgd hvør fyri øðrum lærugreinir.

Á tí 26 viku langa húsarhaldsskeiðnum er frálæra í lærugreinum sum praktisk matgerð, føðslulæra, vørukunning, orkurokning,kostsamanseting og dygd, brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp, brandskeið og eisini verður kunnað um onnur evni í samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymiskum verkætlanum. Á hondarbeiðsøkinum er fjølbroyttar lærugreinar t.d. seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering, føroysk bond, silkimáling, patchwork o.a.

Skeiðvirksemi

Tey stytru skeiðini sum HSF heldur í várhálvuni eru vorin ein týðandi táttur í virkseminum hjá skúlanum.

Skipa verður fyri ymiskum hondarbeiðsskeiðum, bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið.

Undirvíst verður í seyming av vestum og buksum til føroyska mannfólkabúnan.

Skeið sum "Heilsugóður matur og handarbeiði" eru afturvendandi tiltøk og skeiðluttakarnir koma úr øllum landinum.

Karmar

Skúlin hevur fylgt við teimum broytingum, sum hava verið rundan um okkum í samfelagnum. Hann er ein nútímans vistarskúli, har pláss er bæði fyri gentum og dreingjum.

Hentleikar og hølir á skúlanum er u umframt kømur til næmingarnar, undirvísingarhøli, uppihaldshøli/stovur, køkur og venjingarrúm.

Ikki skerst burtur, at í mun til tað virksemi ið er, og kundi verið á skúlanum, eru hølisviðurskiftini ikki nøktandi, tí verður arbeitt við víðka teir fysisku karmarnar hjá skúlanum og menna hann framhaldandi.

 

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo