Bookmark and Share     Sitemap

pastusalat

Pastusalat við skinku - 8 fólk

Tilfar:
 
200 g av pastu skrúvum,
pennum ella tílíkum
1 lollorosasalat
½ reyðleykur
6 sólturkaðar tomatir
1-2 gularøtur
8 sherrytomatir
1 dós av meisi
200 g av skinkubitum
møguliga 1 lítið glas av svørtum oljuberjum
 
Dressingur:
2 súpisk. av olju
2 súpisk. av ediki
2 tesk. av sitrónsevju
3 súpisk. av vatni
1 tesk. av salti
¼ tesk. av pipari
1 bátur av hvítleyki (pressaðum)
Arbeiðsháttur:
  • Kóka pastuna í uml. 15 min. og set at kølna
  • Sker salatið, leykin og sólturkaðu tomatirnar smátt. Flys gularøturnar í tunnar, langar álir við eplaflysaranum og sker sherrytomatirnar í helvt
  • Blanda alt tilfarið saman og koyr í eina stóra skál

  • Blanda alt tilfarið til dressing saman, og stoyt oman yvir salatið
 
Føðsluvirði pr. 100 g kjøtbreyð:
 Orka 659 kJ/157 Kcal -  Protein: 6,6 g  - Feitt: 4,6 g -  Kolvæta: 21,9 g
 

Reyðrótasalat

Reyðrótasalat - 4 fólk

Tilfar:
 
100 g av reyðrótum
100 g av gularótum
1 súrepli
50 g av hvítkáli
50 g av valnøtum
1 dl av súrgaðari mjólk
salt og pipar
Arbeiðsháttur:
  • Rív reyðrøturnar, gularøturnar og súreplið grovt
  • Sker hvítkálið í tunnar álir og valnøturnar í fýra
  • Blanda alt tilfarið saman og smakka til við salti og pipari
 
Orka pr. 100 g: 347 kJ/82 Kcal -  Fiti: 4,4 g
 

høsnasalat

Høsnasalat við jarðberjum - 4 fólk

 
Tilfar:
 
2 høsnarungabringur
olja
salt og pipar
paprika og sitrónpipar
 
200 g av blandaðum salati

Dressingur:
2 súpisk. av olju
1 súpisk. av hindberjaediki
ella balsamiko, hvítum
150 g av frískum jarðberjum
2 súpisk. parmesanflykrur
Arbeiðsháttur:
  • Pensla høsnarungabringurnar við olju og stroy kryddevnini omanyvir
  • Hita eina pannu og steik høsnarungabringurnar í uml. 10 min. á hvørjari síðu

  • Legg salatið á eitt fat
  • Sker høsnarungakjøtið í 1 cm tjúkkar flísar og legg oman yvir salatið

  • Blanda tilfarið til dressingin saman og stoyt oman yvir salatina

  • Sker jarðberini í helvt og legg jarðberini omaná salatið og stroy við parmesanflykrunum
 
Orka pr. 100 g: 428 kJ/102 Kcal -  Fiti: 6 g
 
H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo