Bookmark and Share     Sitemap

Fiskasúpan við kokusi - 4 fólk  

Tilfar:

2 gularøtur
2 purrur
1 leykur
1 súrepli
1 súpisk. av olju
1-2 tesk. av karry
1 tesk. av rivnum ingiferi
1 bát av hvítleyki
1½  ltr. av vatni
4 høsnabótarmolar
1 dós av kokusmjólk (light
200 g av fiskaflaki
Salt
Arbeiðsháttur:
  • Sker gularøturnar í tunnar stavar, purrurnar í flísar, leykin smátt og rív súreplið.
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka karry og ingiferið saman við grønmetinum í uml. 2 min.
  • Pressa hvítleykin og koyr í saman við vatninum, bótarmolunum og kokusmjólkini.
  • Lat kóka undir loki í 10 min. 
  • Sker fiskin í flísar 2-3 cm og koyr í súpanina.
  • Lat kóka í 5 min.
  • Smakka til við salti
 
Afturvið:
 
Kringlur við kummani
 
Føðsluvirði pr. 100 g: Orka 148 kJ/35 Kcal - Protein: 1,7 g - Feitt: 2,0 g -  Kolvæta: 2,7 g

leyksúpan

Leyksúpani við ostbreyði - 6 fólk

 
Tilfar:
 
500 g av leyki
1 súpisk. av olju
3 bátar av hvítleyki
1 súpisk. av papriku
1½ ltr. av vatni
4 neytabótarmolar
2 lavberjabløð
Salt og pipar
 
Ostbreyð:
50 g av rivnum osti 20-30+
½ tesk. av papriku
6 flísar av langbreyði
Arbeiðsháttur:
  • Sker leykin í helvt og í tunnar flísar eftir tægrunum
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka leykin í 5 min.
  • Sker hvítleykin smátt og koyr í saman við restini av tilfarinum
  • lat kóka undir loki í 10 min. og smamma til við salti og pipari
  • Blanda rivna ostin og paprika saman og legg oman á langbreyðflísarnar
  • Hita ovnin, 220° , og grilla langbreyðflísarnar, til osturin er vorðin brúnligur
  • Legg ostbreyðið í súpanarborðiskin og oys súpanina omanyvir
 
Føðsluvirði pr. 100 g súpan:
Orka 88 kJ/21 Kcal - Eggjahvítaevni: 0,7 g - Feitt: 0,8 g -  Kolvæta: 2,7 g
 
Føðsluvirði 1 langbreyð við osti:
Orka 310 kJ/74 Kcal - Eggjahvítaevni: 3,9 g - Feitt: 1,9 g -  Kolvæta: 10,3 g

Blómkálsúpan

Blómkálsúpan 4-6 fólk

 
Tilfar:
 
1 blómkál
1 leykur, 150 g
1 súpisk. av olju
½ ltr. av lættimjólk
1 ltr. av vatni
3 grønmetisbótarmolar
100 g av rómaosti, philadelfia light
salt og pipar
Arbeiðsháttur:
  • Sker blómkálið og leykin smátt
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka grønmetið í uml. 2 min.
  • Koyr restina av tilfarinum í og lat súpanina kóka í ukl. 15 min.
  • Lat súpanina kølna eitt sindur, koyr í hvirluna og karva sundur til súpanin er javnt tjúkk
  • Koyr súpanina í grýtuna aftur, lat koma upp á kók og smakka til við salti og pipari.
  • Koyr meira vatn í, um súpanin er ov tjúkk
 
Orka pr. 100 g: Orka 134 kJ/32 Kcal - Fiti: 1,6 g

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo