Bookmark and Share     Sitemap

Tey 8 kostrß­ini

Tey 8 kostráðini eru hyggjuráðini í gerandisdegnum til eina heilsugevandi javnvág millum mat og rørslu. Her sært tú ikki bara, hvat tú skalt velja, men samstundis hvat tú skalt nýta lítið av.

Livir tú eftir kostráðunum, fært tú tey vitamin, mineral og onnur týdningarmikil føðsluevni, sum kroppinum tørvar. Tú ert í minni vanda fyri at fáa lívsstílssjúkur sum hjarta- og æðrasjúkur, sukur sjúku (týpu 2-diabetes) og krabbasjúkur, og tú fyribyrgir ovurfiti.

Kostráðini eru ikki klænkiráð, men ráð um hvat krevst fyri at liva eitt heilsugott lív. Vilt tú klænka – so ger kostráðini til tín lívsstíl, men et minni verðir og rør teg meira enn 30 minuttir um dagin. Á henda hátt klænkar tú skilaliga, soleiðis at tað gerst lættari at halda hóskandi vekt, og tú fært góðar mat- og rørsluvanar.

Meginparturin av Føroya fólki kann fáa gagn av at liva eftir kostráðunum; tó ikki børn, ið eru yngri enn 3 ár, eldri fólk við ringum matarlysti og fólk, sum av sjúkuávum mugu eta serligan kost.

 

kostráð
 
Et frukt og grønmeti (6 stk. um dagin)

 
kostráð
 
Et ofta fisk og fiskaviðskera


kostráð
 
Et epli, rís ella fullkornpasta og grovt breyð hvønn dag

 
 
kostráð
 
Ver sparin við sukri, serliga úr sodavatni, góðgæti og køkum

 
kostráð
 
Ver sparin við feitti, serliga úr mjólk, mjólkaúrdrátti og kjøti

 
kostráð
 
Et fjøllbroytt og hald eina hóskandi vekt

 
kostráð
 
Sløkk tostan við vatni

 
kostráð
 
Rør teg í minsta lagi 30 min. dagliga

 

 

 Heinta niður tey 8 kostráðini sum pdf-fílu her >>

 

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo