Bookmark and Share     Sitemap

Tilmeldingin byrjar her á síðuni 11. januar 2017 kl. 9:00

Skeið á Húsarhaldsskúla Føroya 2017

Húsarhaldsskúli Føroya skipar fyri fleiri skeiðum og niðanfyri kanst tú lesa um hvørt skeið og niðast á síðuni kanst tú tilmelda teg skeiðini. Viðmerkjast skal, at avmarkað er hvussu nógv kunnu vera til hvørt skeiði.

 Glaslist byrjarar 

Møguleiki er at gera prýðislutir og smáar skálir og annað.
Kvøldskeið: 4 týskvøld 21. mars, 4. apríl, 18. apríl og 25. apríl
Skeiði er frá kl. 18:00-21:00
Undirvísari: Jenny Kastalag
Kostnaður: kr. 700,- tilfar er ikki íroknað
 

 Lær at seyma buksur til tann føroyska búnan 

Vikuskiftisskeið: 10.-11. mars og 17.-18. mars
Fríggjadag frá kl. 13:00-17:00
og leygardag frá kl. 9:00-16:00
Undirvísari: Jenny Kastalag
Kostnaður: kr. 1000,-
íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, tó ikki tilfar
bert 2 pláss eftir 

 Lær at seyma vest til tann føroyska búnan 

Vikuskiftisskeið: 23.-25. mars og 6.-8. apríl
Hósdag frá kl. 13:00-16:00
Fríggjadag og leygardag frá kl. 9:00-16:00
Undirvísari : Jenny Kastalag
Kostnaður kr. 1200,-
íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, tó ikki tilfar
1. pláss er eftir

 Seyma skjúrt til kvinnubúnan 

Skeiðið er: 20., 21. og 22. apríl
(Legg til merkis, at dagfestingin í lýsingini í bløðunum er komin skeivt fyri)
Hósdag frá kl. 13:00-16:00
Fríggjadag og leygardag frá kl. 9:00-16:00
Undirvísari : Jenny Kastalag
Kostnaður: kr. 1100,-
íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, tó ikki tilfar
Bert 2 pláss eru eftir.
 

 Lær at seyma kot til tann føroyska búnan 

Vikuskiftisskeið: 16,17og 18. mars og 30.-1. apríl
Hósdag og fríggjadag frá kl.13:00-19:00 og
leygardag frá kl. 9:00-16:00
Undirvísari: Gunhild Arge
Kostnaður: kr. 1300,-
íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, tó ikki tilfar

3 pláss eru eftir

 Brodering til tjóðbúnan, føroysk bond og annað  

Vikuskiftisskeið: 23.-25. mars og 6.-8. apríl
Skeiðið er frá kl. 9:00-16:00
Undirvísari: Paulina M.K Eliasen
Kostnaður: kr. 1300,-
íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, tó ikki tilfar.
Skeiðið er fullteknað og tú kemur á bíðilista
 

 Skeið í matvørureinføri 

Skeið fyri fólki, sum ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi – heimablídni. arbeiða við mati á stovnum, sambýlum, fyritøkum, kantinum o.ø.
Undirvíst verður um:
- Bakteriur, reinføri í samband við matvørur og amboð
- Persónligt reinføri.
Dagskeið: Fríggjadag 28. apríl frá kl. 9:00-16:00
Undirvísarar: Joan M Sivertsen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður: kr. 1500,- íroknað mat og tilfar
 

 Tari - grønmeti úr sjónum 
 ein óbrúkt rávøra í føroyska húsarhaldinum 

Tari hevur nógvar góðar og áhugaverdar eginleikar. Sum heilsubót, sum krydd o.a. Tari kann etast ráur, men eisini ber til at kókað, steikja, baka og turkað tara, møguleikarnir eru óteljandi. Kom og royn alt hettar.
Skeiðið er 9.-10. juni
Fríggjadag frá kl. 18:00-21:00 og
leygardag frá 9:00-16:00
Undirvísarar: Agnes Mols Mortensen,
Jóhanna á Tjaldrafløtti og Joan M Sivertsen
Kostnaður: kr. 1200,- íroknað mat og tilfar
 

 Matgerð foreldur og børn 

Verð meistari í køkinum samanvið barninum/børninum. Lær at gera heilsugóðan mat uppá ein ørvísi
og spennandi hátt.
Dagskeið: Leygardag 6. mai frá kl. 9:00-16:00
Undirvísarar: Joan M Sivertsen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður: kr. 500,- fyri hvørt foreldur og
kr. 150,- fyri hvørt barni íroknað mat og tilfar
Skeiðið er fullteknað og tú k emur á bíðilista
 

 Heilsugóður matur og ymiskt handarbeiði 

Frálæra verður givin í heilsugóðum mati,
og ymiskum handarbeiði.
Vikuskeið 1: frá 1.-5. mai  skeiðið er fullteknað og tú kemur á bíðilista
Vikuskeið 2: frá 15.-19. mai  2 pláss eru eftir
Vikuskeið 3: frá 29. mai-2. juni  2 pláss eru eftir
Undirvísarar: Jenny Kastalag, Paulina Eliasen,
Joan M Sivertsen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Skeiðið er eitt vistarskeið og kostnaðurin
er kr. 2200,- íroknað er matur og gisting
 

- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -

Tilmelding  

Tilmelda skal verða í seinasta lagi 1 viku áðrenn skeiðið byrjar og tilmeldingin er bindandi.

Møguleiki er fyri at gista á skúlanum, til øll skeiðini. 

Fleiri upplýsingar um skeiðini fáast við at venda sær til skúlan.


Viðmerkjast skal at tað er avmarkað luttøka til øll skeiðini.

Kostnaðurin fyri skeiðið skal flytast á kontu okkara 9865 186.001.6 við tilmelding. bíða við at gjalda um tú stendur á bíðilista.

H˙sarhaldssk˙li F°roya | Stoksoyrarvegur 29, FO-700 KlaksvÝk - F°royar | Tlf.: +298 456974 | hsf@husarhaldsskulin.fo