Hjartaliga vælkomin til 50 ára hátíðarhald hjá Húsarhaldsskúlanum
Í 50 ár hava ung fingið undirvísing í húsarhaldi, samfelagsviðurskiftum og kreativum virksemi.
Hví er tað týdningarmikið at undirvísa ungum í húsarhaldi, samfelagsviðurskiftum og kreativum virksemi?
Hetta er týdningarmikið av fleiri orsøkum.
Fyri tað fyrsta fáa tey ungu praktiskar førleikar, sum tey fáa brúk fyri í teirra dagligdegi. Tey læra at gera mat, halda hús og at leggja fíggjarætlanir. Hetta eru alt førleikar, sum vit øll hava brúk fyri. At læra hetta gevur øllum, eisini teimum ungu, førleikar, sum hjálpa okkum at gerast sjálvstøðug og ábyrgdarfull.
Harnæst fremur undirvísing í samfelagsviðurskiftum førleikar okkara at skilja sosialar samanhangir og vit læra um tey rættindi og tær skyldur, sum liggja á okkum øllum sum borgarar í samfelagnum.
At fáast við list og kreativt virksemi sum heild stimbrar okkara skapar evni og okkara persónligu menning. Tað er okkara vón og eisini okkara sannføring, at tað gevur okkara næmingum góðar møguleikar fyri menna seg um menniskju at arbeiða við hesum fakum saman við øðrum ungum.
Skráin fyri dagin:
Røður:
Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í skúlamálum
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri
Siri Stenberg, landsstýriskvinna og fyrrverandi næmingur
Tónleikur:
Asta Højgaard fyrrverandi næmingur
Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe pápar at fyrrverandi næmingum
Enn eina ferð hjartaliga vælkomin
Birta Biskopstø
Forkvinna í stýrinum fyri Húsarhaldsskúla Føroya