Rudda Føroyar – Ruddingardagur
/in Hvat hendir /by elsesjurdaberg@icloud.comÍ samband við @ruddaforoyar hava vit í dag havt ruddingardag her á skúlanum
Vit hava gingið eftir fjøruni allanvegin heim til Biskupstorg, og har var nógv at finna og taka upp
@foroyabjor bjóðaði okkum sodavatn tá vit komu forbíð har, og síðani endaðu vit dagin við lekkrum matpakka uttanfyri Biskupstorg
Í alt hava vit rudda okkurt um 80-100kilo av ruski
Alt ger mun!!
Et eftir árstíðini
/in Hvat hendir /by elsesjurdaberg@icloud.comHvønn týsdag undirvísir Jóhanna í føroyskari matgerð
Á Húsarhaldsskúlanum stremba vit mest møguligt at eta eftir árstíðunum.
Nú er havhestatíð, og tí sloppu vit at royna okkum við einum lekkrum øðrvísi havhesta døgurða, sum eydnaðist avbera væl: Kryddaður fyltur havhestur við stoktum eplum, rótum, waldorfsalat og sós
Harafturat royna vit altíð at minka um matspillu, vit áttu nógvar hálvbrúnar og búnaðar bananir, so omaná fingu vit fríksligt banan og jarðber fruktsopi
Hava tit eti havhest?
Vikan í fór – Svínoy
/in Hvat hendir /by elsesjurdaberg@icloud.comHendan vikan hevur verið stuttlig og øðrvísi
Vit hava havt ein SO góðan túr í Svínoy, og eru ordiliga komnar at kenna hvørja aðra betur
Hæddarpunktini vóru heilt sikkurt tá vit hoppaðu í hylin, fingu andlitsmasku og annars bara øll samveran sum heild
Í Svínoy orðnaði Sølvá fyri eini postarenning, har fleiri uppgávur vóru myndir ella video vit skuldu taka upp
Nú er aftur vikuskifti, húsið er vaska og allar eru farnar heim í vikuskifti
Vit gleða okkum til sunnudagin tá allar aftur eru samlaðar!
Her síggja tit nakrar myndir frá túrinum
Skoytubreytin fingið forkunnugt jólatræ
/in Hvat hendir /by elsesjurdaberg@icloud.comEin sera væl eydnaður dagur við Biskupstorg í dag. Nógv fólk og góður jólastemningur. Skonktir vóru 300 koppar av heitum kakao. Okkara sermerkta jólatræ er komi upp at hanga og tekur seg væl út við skoytubreytina.
Jólatræið hevur KKS evnað til úr flatjarni, og síðani hava næmingarnir á skúlanum saman við gestum bundið smáar tógvlappar úr “avlops-tógvi” uppá træið. Síðani er ljós sett á. TTS, sum hevur sett fleiri ljósmastrar upp í økinum, hevur so við teirra lyftu sett træið upp á eina av ljósmastrunum – beint við skoytibreytina, so øll, ið búgva á Biskupstorgi og øll, sum skoyta, síggja væl hetta serstaka jólatræið.