Halloween 🕸🕷🎃

Halloween 🕸🕷🎃

Útferð í Kalsoynni

Útferð í Kalsoynni

Fullpower🥊🥊

Hesar hava verið i Fullpower í morgun. #Fittforfight🥊🥊

Útferð við Draganum

Enn ein fantastisk vika. Nokkso fiskiligar hesar💪 Nógvur góður stuttfluttur døgurðamatur. Flak og frikadellir í boksina og fisk og kips til døgurða.😀

Hondarbeiði

Vit seyma (quilta), knýta og binda við macaroons omaná

H

Vika 35

Myndir frá viku 35. Aftur ein spennandi og fjølbroytt vika. Vitjaðu forkunnugt skeið í myndaveving. Skeið í eldsløkking fráSjónám. Stuttflutt og eftir árstíðini Rabarbur, røtur og havhesur👍

Samansjóðingartúr í Svínoy

So er vikuskifti ein góð vika við sera nógvum spennandi og stuttligum upplivingum. Framsýning og ein fantastiskan samansjóðingartúr í Svínoy.

Brandskeið

Í síðstu viku fingu vit okkum royndar tá brandskeið var á skránni 🔥

Afturat at sleppa at royna okkum sum eldsløkkjarar høvdu vit eisini eina brandvenjing á skúlanum, soleiðis at vit nú kenna tær mannagongdir, ið eru undir tílíkum umstøðum 🙌🏼

Hetta var WELL!!

Gott vikuskifti 😉

Rudda Føroyar – Ruddingardagur

Í samband við @ruddaforoyar hava vit í dag havt ruddingardag her á skúlanum ✅

Vit hava gingið eftir fjøruni allanvegin heim til Biskupstorg, og har var nógv at finna og taka upp 💪🏼

@foroyabjor bjóðaði okkum sodavatn tá vit komu forbíð har, og síðani endaðu vit dagin við lekkrum matpakka uttanfyri Biskupstorg 🤩

Í alt hava vit rudda okkurt um 80-100kilo av ruski 💪🏼

Alt ger mun!!

Et eftir árstíðini

Hvønn týsdag undirvísir Jóhanna í føroyskari matgerð 🙌🏼

Á Húsarhaldsskúlanum stremba vit mest møguligt at eta eftir árstíðunum.

Nú er havhestatíð, og tí sloppu vit at royna okkum við einum lekkrum øðrvísi havhesta døgurða, sum eydnaðist avbera væl: Kryddaður fyltur havhestur við stoktum eplum, rótum, waldorfsalat og sós 🐦

Harafturat royna vit altíð at minka um matspillu, vit áttu nógvar hálvbrúnar og búnaðar bananir, so omaná fingu vit fríksligt banan og jarðber fruktsopi 🍹

Hava tit eti havhest?