Vikan í fór – Svínoy

Hendan vikan hevur verið stuttlig og øðrvísi 🤗

Vit hava havt ein SO góðan túr í Svínoy, og eru ordiliga komnar at kenna hvørja aðra betur 👯‍♀️

Hæddarpunktini vóru heilt sikkurt tá vit hoppaðu í hylin, fingu andlitsmasku og annars bara øll samveran sum heild 🙌🏼

Í Svínoy orðnaði Sølvá fyri eini postarenning, har fleiri uppgávur vóru myndir ella video vit skuldu taka upp 🙈

Nú er aftur vikuskifti, húsið er vaska og allar eru farnar heim í vikuskifti 💔

Vit gleða okkum til sunnudagin tá allar aftur eru samlaðar!

Her síggja tit nakrar myndir frá túrinum 😂

Skoytubreytin fingið forkunnugt jólatræ

Ein sera væl eydnaður dagur við Biskupstorg í dag. Nógv fólk og góður jólastemningur. Skonktir vóru 300 koppar av heitum kakao. Okkara sermerkta jólatræ er komi upp at hanga og tekur seg væl út við skoytubreytina.

Jólatræið hevur KKS evnað til úr flatjarni, og síðani hava næmingarnir á skúlanum saman við gestum bundið smáar tógvlappar úr “avlops-tógvi” uppá træið. Síðani er ljós sett á. TTS, sum hevur sett fleiri ljósmastrar upp í økinum, hevur so við teirra lyftu sett træið upp á eina av ljósmastrunum – beint við skoytibreytina, so øll, ið búgva á Biskupstorgi og øll, sum skoyta, síggja væl hetta serstaka jólatræið.

Við toskatráðu á Kalsoyarfirði

Opið hús

Jólaborð

Handarbeiðsframsýning

Kovboyvika

100 ára føðingardagur

Evnisvika – Tanzania

Drotningavitjan