Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Matfrø(ð)i 2025: Fiskaverkstova

01 mars, 10:00 - 15:00

- 400 KR

Sum oyggjafólk hava vit sjógvin í gangifrástøðu, og tí hava vit tey framíhjárættindi at kunna njóta nýveiddan, heilsugóðan sjómat árið runt – um veður og hugur er til tess.

Leygardagin, 1.mars, skipa vit fyri verkstovu við navnframa kokkinum og fiskaseljaranum, Jákupi Sumberg, har vit fara at læra at gagnnýta heilan fisk. Verkstovan er fyri øll við forvitni og áhuga at koma nærri sjónum og matmentan okkara.

Verkstovudagurin byrjar við vælkomu og morgunkaffi kl. 10.00, og so verður farið í køkin. Royndi og hugagóði kokkurin, sum nú eisini tekst við fiskasølu, Jákup Sumberg, fer at leggja okkum lag á. Fyrst læra luttakararnir at skera heilan fisk, og síðani verður farið í kokkahattin. Dentur er á burðardygga gerandismatgerð, og luttakararnir læra tí at gagnnýta allan fiskin frá høvur til sporl, so lítið og einki matoyðsl er eftir lokna matgerð.

Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð, har vit njóta góða sjómatin, og eisinin fáa luttakarnir uppskriftir og okkurt gott heim við til seinni.

Verkstovan verður hildin í stórkøkinum hjá Tekniska skúla í Klaksvík leygardagin, 1.mars, kl. 10.00 – 15.00

Luttøkugjaldið er 400,- við mati og tilfari írokna, og plássið er avmarkað.

Upplýsingar

Dato:
01 mars
Klokkan:
10:00 - 15:00
Kostanður:
400 KR
Event Tags:
, , , , , , , , , ,

Venue

Tekniski skúli
Klaksvík, Faroe Islands

Keyp skeið

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tað er ikki møguligt at keypa skeiðið longur

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

hsf@husarhaldsskulin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

© 2024 Hússarhaldsskúli Føroya. Ment og sniðgivið av ELSE í samstarvi við GRAFIA
RITA INN