
Leygardagin, 8.mars, skipa vit fyri verkstovu um rávørugóðsking (curing) og royking, og úr Íslandi kemur royndi kokkurin og framleiðarin, Þórhildur Maria Jónsdóttir, at undirvísa (sí kunning um undirvísara niðanfyri).
Íslendarar gera nógv við at roykja mat, t.d. hangikjøt, sum verður roykt við seyðatøð, og Þórhildur fer at greiða okkum frá hesum siðvenjum og mannagongdum. Eisini fáa vit frálæru um tilfar, rávørur og mannagongdir í samband við heita og kalda royking.
Verkstovan er bæði teoretisk og praktisk, t.v.s. at luttakarnar sleppa at royna seg við at roykja ymsar rávørur, so sum kjøt, fisk, rogn og grønmeti.
Verkstovan byrjar við vælkomukaffi kl. 10.00 og vit halda áfram til umleið kl. 17.00. Luttakararnar fáa mat og drekka á degnum, og tíð er somuleiðis sett av til smáir steðgir.
Dagfesting: Leygardagin 8.mars kl.10.00 – 17.00
Staðseting: Stórkøkurin hjá Tekniska skúla í Klaksvík
Luttøkugjald: 550,- við mati og tilfari íroknað.
Þórhildur María er royndur íslendskur kokkur, ið hevur arbeitt í matvinnuni í mong ár – bæði sum kokkur í matstovu og sum matframleiðari. Vegna stóra áhugan fyri mati hon verið partur av alskyns verkætlan, íverksetan og og menningarátøkum innan matøkið í Íslandi.
Hon hevur verið matframleiðari, og tá fekk hon sær serkunnleika í at heittroykja síl ( Arctic char ).
Seinastu árini hevur hon arbeitt sum leiðari á Vörusmiðjan Biopol – ein góðkend framleiðslustøð til smáframleiðarar og bøndur í Skagaströnd í útnyrðingspartinum av Íslandi. Her hevur arbeitt við matundirvísing, -íverkstan og -ráðgeving til íslendskir smáframleiðarar og bøndur.
Þórhildur María var millum stigtakararnar at stovna the Icelandic Association of Small-Scale Food Producers, sum er landsumfevnandi felag fyri smáir matframleiðarar. Í løtuni er hon ráðgevandi nevndarlimur hjá felagnum. Somuleiðis er hon í nevndini hjá Slow Food Reykjavík and Slow Food Nordic, har hon arbeiðir við at styrkja støðuna hjá smáframleiðarum og skapa margfeldið í íslendsku matframleiðsluni.
Í løtuni er Þórhildur í starvi hjá Farskólinn, ið er ein undirvísingardepil fyri vaksnamannaundirvísing, sum bjóðar skeið innan mathandverk og -framleiðslu.