Tá vit eru á ferð – tað verið seg í aðrari bygd í Føroyum ella uttanlanda – er tað altíð hugaligt
at uppliva staðbundnu smakkirnir og enntá kunna taka teir heimvið at deila við okkara kæru.
Maturin er ferðaminni um góðar løtur og vøkur støð, sum fløva hjarta.
Umframt at verða ein smakkgóður háttur at goyma kær ferðaminni, kunnu lítlu matvørurnar
eisni vera ein góð inntøka hjá teimum, ið takast við matframleiðslu, t.d. á útoyggj og øðrum
smáplássum.
Mánadagin, 10.mars, skipa vit fyri verkstovu um mat sum ferðaminni í Føroyum. Góðskar tú
grønmeti og urtir til krukkumat, t.d. saft, sirop ella súltutoy, ella hevur tú aðra serstaka
matvøru, ið tú ynskir at selja sum ferðaminni til føroyingar og vitjandi uttan úr heimi – so er verkstovan ætlað júst tær.
Stórur áhugi er fyri staðbundnum matvørum – bæði til egna nýtslu heima við hús og sum
gáva ella ferðaminni. Á verkstovuni fáa luttakararnir viðkomandi frálæru um handfaring av matvøru, pakking, marknaðarføring og sølu, umframt at pláss at pláss er fyri sparring og spurningum.
Verkstovan verður hildin á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík 10. mars kl. 14:00-17:00.
Luttøkugjaldið er 250,-, og plássið er avmarkað.