Skeiðið sum heild
HSF hevur eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum.
Afturat vanligari undivísing, er ein partur av undirvísingini skipaður í tvørfakliga evnisviðgerð.
Matgerð
Heilsugóður kostur, vælsmakkandi rættir, matur úr fremmandum londum, føroyskur matur – tú fært innlit í eina fjølbroytta matmentan. Tú lærir ikki bert at matgera, men eisini at sita sum gestur við væl dekkað borð!
Handarbeiði
Eitt spennandi og fjølbroytt úrval av møguleikum – dømi eru seyming og tilskering, skinn- og leðurarbeiði, brodering og gerð av føroyskum klæðum, silkimáling, patchwork, glaslist, applikatión- annars,hvat tú sjálv/ur kanst finna uppá.
Aðrir møguleikar á skúlanum
Ein góður partur av skeiðnum er virksemi í frítíðini. Samanhaldið er gott og møguleikarnir nógvir. Skúlin hevur m.a.: Venjingarhøli við ymiskum amboðum, teldu við interneti, sjónvarpsstovu og onnur hølir.
Tú býrt á skúlanum
Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á HSF ein ógloymandi tíð.
Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur
Nær og hvussu leingi?
Útbúgvingin byrjar í august og endar í februar. Allir næmingar fáa prógv handað.
Hvat krevst?
Tú skalt hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans. skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.
Steintór Rasmussen
Tað er stuttligt og hugaligt at minnast aftur á tíðina, tá ið dóttir okkara gekk á húsarhaldsskúla. Hetta var eitt gott og ríkandi ár fyri okkum øll. At síggja okkara hálvvaksnu dóttir fyri fyrstu ferð flyta heimanífrá, tí nú skuldi hon sjálv royna sínar egnu veingir. Alt var so nýtt og spennandi. Hvør einasti skúladagurin, lærdómurin, útferðirnar, samhaldið og frítíðin.
Vit kundu trygt lata hana fara. Foreldur og næmingar høvdu alt gott at bera skúlanum. Og skjótt tíðin rann. Bráddliga stóð ein flokkur av smílandi gentum og bjóðaðu vælkomin til ta stóru framsýningina, har borðreitt var við alskins serstøkum rættum. Vit vóru til mótasýning, sóu vakurt handverk, hoyrdu frálíkan upplestur og góðan sang. Jú, sanniliga er tað í tí góða felagsskapinum, at vit kveikjast og mennast. Og í rúmliga og mentaða skúlanum, at vit skulu læra at taka ábyrgd av okkum sjálvum og hvørjum øðrum.
BYRJA NAKAÐ NÝTT Í DAG
Tilmelding til húsarhaldsskeiðið
Viðhvørt endar telduposturin í spam/junk – kanna líkað eftir har 🙂
Tíðin gongur skjótt á Húsarhaldsskúlanum, og hesar dagar leggja næmingarnir síðstu hond á tað tær hava gjørt, so tað er klárt til framsýningina í februar ✨
Í ár hava met nógvir næmingar brodera fyrriklæði til føroyska búnan. Og eisini hava nógvir seyma teirra egna skjúrt og brist 🤩
Hetta eru ting, ið fylgja einum gjøgnum ALT lívið ❤️
Vit eru forvitin 🔎 Hevur tú gingið á Húsarhaldsskúla og gjørt okkurt til føroyska búnan? 👇🏼
Swipe’a og hygg hvat vit hava gjørt seinastu tíðina 👈🏼
Her hendir ein rúgva fyri tíðina, so tit fáa nakrar myndir av hvat seinasta tíðin her á skúlanum er farin til 👆🏼
✨ Hakin varð settur í til nýggja húsarhaldsskúlan
✨ Vitjan umborð á Christian í Grótinum
✨ Vitjan hjá Mariettu har vit lærdu at gera vakrar køkur
✨ Vit hava gjørt smykkur úr silvur og endurnýtslu tilfari
✨ SUSHI DONUTS ✨
Í dag hava næmingarnir millum annað gjørt sushi donuts til nátturða 🍣
Vit gera altíð fjøllbroyttan mat á skúlanum og royna ymiskt nýtt og áhugavert, ið fylgir rákinum.
Hetta er ikki bara lekkurt at eta, hygg hvussu vakurt hetta er at hyggja eftir - tað hevur eisini nógv at siga tá talan er um mat 😉🤩