• 0Shopping Cart
Húsarhaldsskúli
  • VÆLKOMIN
  • Várskeið
  • Húsarhaldsskeið
  • Endamál
    • Endamál
    • TEY 7 KOSTRÁÐINI
    • HEILSUTEIGURIN
    • Hvat hendir
  • Samband
  • Menu Menu
  • Facebook
  • Instagram

Matvørureinføri

20.-21. apríl kl. 9.00 til 15.30

Góðkent skeið til fólk ið arbeiða við mati

Fólka sum at veita mat til ferðafólk í egnum heimi – heimablídni, arbeiða við mati á  stovnum, sambýlum, fyritøkum, kantinum kokkar umborð á skip o.ø

Hevur tú skil á bakterium, hvussu umgangast við mateitran, hvussu leingi heldur matur sær og hvussu hita og køla vit matin niður. Hettar og nógv á annað til tín, sum arbeiðir við mati á stovnum, barnagørðum, sambýlum, kantinum, umborð á skipi, heimablídni og annað.

Málið við skeiðnum er at geva luttakarum grundleggjandi og nýtiligan førleika  innan matvørutrygd.

Undirvíst verður um

  • grundleggjandi fatan av matvørureinføri
  • bakteriur (hvussu spreiðast og nørast tær)
  • hitaviðgerð, niðurkøling og køling av mati
  • mateitran
  • rávøran
  • reinføri í samband við matgerð, matvørur og amboð
  • persónligt reinføri
  • innaneftirlit

Undirvísarar Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður 2000 kr. íroknað mat og tilfar

MELDA TIL HER

Tari – ein spennandi óbrúkt rávøra í føroyska køkinum

Leygardagin 13. mai frá kl. 9:00 til 15:00

Kom við og lær eina rúgvu um tara. Tú fært tveir spennandi fyrilestrar og síðan í køkin at kokkast. Tari hevur nógvar serstakliga góðar og áhugaverdar eginleikar. Tari kann etast ráur, men eisini ber til at kókað steikja, baka og turkað tara.  Møguleikarnir eru óteljandi.

Undirvísarar Agnes Mols Mortensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður 600 kr. íroknað mat og tilfar

MELDA TIL HER

Kokkaskúli fyri børn

Dagskeið: 27. mai  frá kl. 9.00 – 15.00

Verð meistari í køkinum samanvið barninum/børninum,  lær at gera heilsugóðan mat í egnahædd. Vit gera øðrvísi og spennandi mat.

Undirvísarar Joan M Sivertsen
Kostnaður 500 kr. fyri hvørt foreldur og 150 kr. fyri hvørt barni íroknað mat og tilfar

MELDA TIL HER

Kreativa vikan

Við spennandi verkstovum um  heilsu, burðardyggari matgerð og alskins handarbeiði

Vikuskeið 1: 24.-28. apríl

Vikuskeið 2: 08.-12. mai

Vikuskeið 3: 05.-09. juni

Frálæra verður givin í heilsugóðum, burðardyggum mati, og ymiskum handarbeiði. Skeiðið verður skipað sum verkstovur.

Undirvísarar Jenny Kastalag, Paulina Eliasen, Joan M Sivertsen, Sølvá Jansdóttir Joensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti

Kostnaður Skeiðið er eitt vistarskeið og kostar 2.400 kr. Íroknað er matur og gisting.

MELDA TIL HER
PreviousNext

ALT Á EINUM STAÐ

Kom og ger klæðini klár
– til próvhandanina, ólavsøkuna ella til veitsluna?

Seyma buksur til føroysk klæði

Vikuskiftisskeið 03.- 04. mars & 09.-10. mars

Fríggjadag og leygardag  frá kl. 9:00 – 16:00
Hósdag og fríggjadag 9.00 -16:00

Undirvísari: Jenny Kastalag

Kostnaður fyri skeiðið er 1.500 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, ikki tilfar.

MELDA TIL HER

Seyma vest til føroysk klæði

Vikuskiftisskeið  16.-17.-18. mars & 23.-24.-25. mars

Skeiðið er hósdag frá kl. 13 til 16:00
Fríggjadag og leygardag frá kl. 9:00 til 16:00
Undirvísari: Jenny Kastalag

Kostnaður fyri skeiðið er 1.700 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, ikki tilfar.

MELDA TIL HER

Seyma skjúrt til føroysk klæði

Skeiðið er frá 13.-14.-15. apríl

Skeiðið er hósdag frá kl. 13 til 16:00
Fríggjadag og leygardag  frá kl. 9:00 til 16:00

Undirvísari: Jenny Kastalag

Kostnaður fyri skeiðið er 1.200 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, ikki tilfar.

MELDA TIL HER

Brodering til føroysk klæðir, føroysk bond og annað

Skeið 1. 02.-03.-04. mars & 09.-10.-11. mars

Skeið 2. 16.-17.-18. mars &  23.-24.-25. mars

Skeiðið er frá kl. 9:00 til 16:00
Undirvísari : Paulina M. K. Eliasen

Kostnaður fyri skeiðið er 1.600 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, ikki tilfar.

MELDA TIL HER

Fleiri spennandi skeið koma í næstum.

Scroll to top
  • Føroyskt
  • English