Framsýning av handarbeið, mótashow, café og opið hús

Týsdagin 14. febebruar kl 16-21

Skeiðið á Húsarhaldsskúla  Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.

Framsýning í ár verður eitt sindur øðrvísi, sum naka nýtt  verður  livandi verkstaður, har møguleiki er  at síggja næmingar gera ymisk handaligt arbeið. Á framsýningini fara næmingarnir at skipa fyri eina mótasýning við klæðum frá frá Bláa Krossi.

Áhugin fyri endurnýtlsu  og matoyðsl er alsamt vaksandi og er hettar eisini nakað, sum Húsarhaldsskúlin  varpar ljós á.

Við  endurnýtslu fáa  klæðini nýtt og longri lív. Við at endurnýta eru vit eisini við til at hjálpa hvør øðrum og kunnu læra at fegnast um, at onnur fáa gleði av tí sum vit ikki longur hava tørv á, og øvugt.

Afturat verkstaði og mótasýning fara Paulina Eliasenog Jenny Kastalag handarbeiðslærarar at greiða frá um ymiskir handarbeiðsteknikkir.

Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa okkurt leskiligt  undir góman  afturvið einum góðum kaffimunni.

Eisini er opið hús har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin frá kl. 16:00 til 21:00

Mótasýning er kl. 17.00, 18:30 og 20:00

Øll eru hjartaliga vælkomin!

HSF