Fyrilestur: Føroyski tjóðbúnin í søguligum og nútíðarligum høpi

Mikukvøldið 26.apríl kl. 19.00 ferð Noomi í Dali at halda fyrilestur undir heitinum

Føroyski tjóðbúnin – ein livandi mentan.

Fyrilesturin tekur støði í søguligum keldum, har sagt verður frá og víst við myndum, hvussu føroyski búnin hevur verið, í mun til tað, hann er í dag.

Samanborið verður við hvussu tjóðbúnar aðra staðni síggja út, og verða nýttir.

Víst verður á hvussu føroyski tjóðbúnin nú á døgum er broytiligur, samstundis sum tað gamla verður varðveitt.

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt  at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo áðrenn kl. 16.00 mikudagin.

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

hsf@husarhaldsskulin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

© 2024 Hússarhaldsskúli Føroya. Ment og sniðgivið av ELSE í samstarvi við GRAFIA
RITA INN