Útbúgvingin sum heild
HSF hevur eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum.
Afturat vanligari undivísing, er ein partur av undirvísingini skipaður í tvørfakliga evnisviðgerð.
Matgerð
Heilsugóður kostur, vælsmakkandi rættir, matur úr fremmandum londum, føroyskur matur – tú fært innlit í eina fjølbroytta matmentan. Tú lærir ikki bert at matgera, men eisini at sita sum gestur við væl dekkað borð!
Handarbeiði
Eitt spennandi og fjølbroytt úrval av møguleikum – dømi eru seyming og tilskering, skinn- og leðurarbeiði, brodering og gerð av føroyskum klæðum, silkimáling, patchwork, glaslist, applikatión- annars,hvat tú sjálv/ur kanst finna uppá.
Aðrir møguleikar á skúlanum
Ein góður partur av skeiðnum er virksemi í frítíðini. Samanhaldið er gott og møguleikarnir nógvir. Skúlin hevur m.a.: Venjingarhøli við ymiskum amboðum, teldu við interneti, sjónvarpsstovu og onnur hølir.
Tú býrt á skúlanum
Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á HSF ein ógloymandi tíð.
Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur
Nær og hvussu leingi?
Útbúgvingin byrjar í august og endar í februar. Allir næmingar fáa prógv handað.
Hvat krevst?
Tú skalt hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans. skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.
BYRJA NAKAÐ NÝTT Í DAG
Tilmelding til húsarhaldsskeið
Steintór Rasmussen
Tað er stuttligt og hugaligt at minnast aftur á tíðina, tá ið dóttir okkara gekk á húsarhaldsskúla. Hetta var eitt gott og ríkandi ár fyri okkum øll. At síggja okkara hálvvaksnu dóttir fyri fyrstu ferð flyta heimanífrá, tí nú skuldi hon sjálv royna sínar egnu veingir. Alt var so nýtt og spennandi. Hvør einasti skúladagurin, lærdómurin, útferðirnar, samhaldið og frítíðin.
Vit kundu trygt lata hana fara. Foreldur og næmingar høvdu alt gott at bera skúlanum. Og skjótt tíðin rann. Bráddliga stóð ein flokkur av smílandi gentum og bjóðaðu vælkomin til ta stóru framsýningina, har borðreitt var við alskins serstøkum rættum. Vit vóru til mótasýning, sóu vakurt handverk, hoyrdu frálíkan upplestur og góðan sang. Jú, sanniliga er tað í tí góða felagsskapinum, at vit kveikjast og mennast. Og í rúmliga og mentaða skúlanum, at vit skulu læra at taka ábyrgd av okkum sjálvum og hvørjum øðrum.
# føroysklæði # próvhandan #veitsla #ólavsøka#gertíniegniklæði #altáeinumstað #húsarhaldsskúliføroya
MÍN HÚSARHALDSSKÚLA TÍÐ
Vit hava ígjøgnum árini havt nógvar dugnaligar, herligar, fittir og evnaríkir næmingar á skúlanum 🤩 vit hava fingið nakrar av teimum at hugleiða um tíðina á húsarhaldsskúlanum 🙌🏼
Hetta sigur Unn Baldursdóttir, sum nú er klædnasniðgevi, um sína tíð á skúlaskeiðið 2000-2001:
“Eg minnist løturnar á húsarhaldsskúlanum aftur við gleði og takksemi ❤️
Tað var ein lærurík tíð, uppá so nógvar mátar. Eitt nú kann eg nevna samanhaldið og teir vinarskapir eg fekk, sum eg havi tikið við mær.
Spennandi var eisini at fáa innlit í tað føroysku mat-siðvenjuna og sum heild sunnan og fjølbroyttan kost.
Húsarhaldskúlin var eisini við til at leggja grundarlagið undir mítt yrki, sum sniðgevi. Her fekk eg frælsi til at royna mítt hugflog og undirvísarir á skúlanum góvu mær dirvi, sjálvsálit og vegleiðing til at gjøgnumføra tær verkætlanir eg hevði sett mær fyri.
Yvirskipað vil eg siga, at tað sum heild var ein mennandi tíð, har eg menti meg nógv sum menniskja og eg vil viðmæla øllum at fara á húsarhaldskúla”
Tilmeldingin til komandi skúlaskeið 2021-2022 er byrja, trýst her fyri at melda til 👇🏼
https://husarhaldsskulin.fo/husarhaldsskeid/#meldatil
Í kvøld er árliga jólaborðhaldið á skúlanum á skránni 😍
Í tí sambandi hava næmingarnir seyma hesir vøkru posarnar til borðbúnan 👆🏼ein snildur máti at “pifta” borðprýði upp við!
Nógv gott er á skránni, bæði matur og undirhald 🤩Hetta er somuleiðis seinasta hugnakvøld næmingar og lærarir hava saman áðrenn vit fara heim í jólaferiu í morgin 🙌🏼
.
.
.
.
#jólahugni #borðhald #húsarhaldsskúliføroya #herligt #heimligt #hugnaligt
Eitt sindur av tí vit hava bakað nú tað er jól 🎅🏼🤩
Fáast tit eisini við jólabakstur?
.
.
.
.
#húsarhaldsskúliføroya #jólabakstur #taðliggurvælfyri #herligt #heimligt #hugnaligt #heimabakað
JÓLAKAPPING
Verð við í okkara jólakapping á Facebook har tú hevur møguleikan at vinna hesa leskiligu jólakurvina vit hava gjørt til ein heppnan vinnara 🙌🏼
Hoppa inná okkara Facebooksíðu og verð við ❤️
👆🏼Hin dagin tá vit gjørdu GLAS við Jenny 👆🏼
Tað er so well at vit kunnu folda okkum út og royna nýggj og kreativ hobby 🙌🏼❤️
.
.
.
.
#glaslist #handaligtvirksemi #heimligt #herligt #hugnaligt #husarhaldsskuliføroya
Úrsliti av køkukappingini verður kunngjørt hvørja løtu 🙈🤩😉
10 vælgjørdar og flottar køkur eru komnar burturúr 🎂
Nú verður spennandi hvør fer at vinna 🏆
.
.
.
.
#árligakøkukappingin #húsarhaldsskúliføroya #hugnaligt #herligt #heimligt
Við hesi myndini frá skoytibananum í morgun, ynskja vit øllum eitt gott vikuskifti ⛸🤗
Nú hava vit verið á skúlanum í 14 dagar út í eitt, vit hava gjørt jólaklárt, pynta, bakað og gjørt ymiskt jólaligt handverk 🎅🏼
Nú verður gott at sleppa heim í vikuskifti ☺️
.
.
.
.
#husarhaldsskuliføroya #heimligt #herligt #hugnaligt
Í gjár løgdu vit myndir frá marmoreringini við Bjørk út ☺️
Hesi vøkru kortini hevur Malan millum annað fingið burturúr sínum marmoreraðu pappírum 🤩
Einki er so hugnaligt sum at geva ein gávu ella bara eina heilsan við einum hondgjørdum brævið 🙌🏼
Eru tey ikki vøkur?
.
.
.
.
#marmorering #handarbeiði #húsarhaldsskúliføroya #heimligt #herligt #hugnaligt #heimagjørt
MARMORERING
Í skúlanum gera vit ikki bara mat 😉
Bjørk Mikladal, sum er undir útbúgving og lesur Tekstildesign, handverk og formidling á VIA í Herning, hevur í samband við sína bachelor uppgávu skipa fyri undirvísing í marmorering her á skúlanum.
Vit hava allar roynt at marmorera pappír og eisini toy 🙌🏼 hetta var ordiliga læruríkt og well!
Úr toynum hava onkrar gjørt flott kort, onkur hevur seyma sær pung og aðrar seyma scrunchies (sum er hárlastik) 🤩
Tað er stuttligt at fáa undirvísarar inn, sum læra okkum ymiskt nýtt - takk fyri Bjørk 🤗
.
.
.
.
#taðhandaliga #húsarhaldsskúliføroya #heimligt #herligt #hugnaligt #marmorering
So hava vit bakað til vikuskifti 🥨🍞🥐
Hetta vikuskifti fara vit ikki heim hvør til sín, MEN fara at sova á skúlanum 🙌🏼
.
.
.
.
#húsarhaldsskúliføroya #herligt #heimligt #hugnaligt #sleepoverweekend