Fiskaverkstova
Sum oyggjafólk hava vit sjógvin í gangifrástøðu, og tí hava vit tey framíhjárættindi at kunna njóta nýveiddan, heilsugóðan sjómat árið runt – um veður og hugur er til tess.
Leygardagin, 1.mars, skipa vit fyri verkstovu við navnframa kokkinum og fiskaseljaranum, Jákupi Sumberg, har vit fara at læra at gagnnýta heilan fisk á øðrvísi hátt. Verkstovan er fyri øll við forvitni og áhuga at koma nærri sjónum og matmentan okkara.
Verkstovudagurin byrjar við vælkomu og morgunkaffi kl. 10.00, og so verður farið í køkin. Royndi og hugagóði kokkurin, sum nú eisini tekst við fiskasølu, Jákup Sumberg, fer at leggja okkum lag á. Fyrst læra luttakararnir at skera heilan fisk, og síðani verður farið í kokkahattin. Dentur er á burðardygga gerandismatgerð, og luttakararnir læra tí at gagnnýta allan fiskin frá høvur til sporl, so lítið og einki matoyðsl er eftir lokna matgerð.
Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð, har vit njóta góða sjómatin, og eisinin fáa luttakarnir uppskriftir og okkurt gott heim við til seinni.
Verkstovan verður hildin í stórkøkinum hjá Tekniska skúla í Klaksvík leygardagin, 1.mars, kl. 10.00 – 15.00
Luttøkugjaldið er 400,- við mati og tilfari írokna, og plássið er avmarkað.