Matur sum ferðaminni – frá hugskoti til matvøru

Tá vit eru á ferð – tað verið seg í aðrari bygd í Føroyum ella uttanlanda – er tað altíð hugaligt at uppliva staðbundnu smakkirnir og enntá kunna taka teir heimvið at deila við okkara kæru. Maturin er ferðaminni um góðar løtur og vøkur støð, sum fløva hjarta.

Umframt at verða ein smakkgóður háttur at goyma kær ferðaminni, kunnu lítlu matvørurnar eisni vera ein góð inntøka hjá teimum, ið takast við matframleiðslu, t.d. á útoyggj og øðrum smáplássum.

Á verkstovuni, fríggjadagin, 7.juni, skipa vit fyri verkstovu um mat sum ferðaminni í Føroyum. Góðskar tú grønmeti og urtir til krukkumat, t.d. saft, sirop ella súltutoy, ella hevur tú aðra serstaka matvøru, ið tú ynskir at selja sum ferðaminni – so er henda verkstovan ætlað júst tær.

Útoyggjafelagið hevur verið partur av norðlendskum samstarvi um vørumenning og mat sum ferðaminni, og á komandi verkstovuni seta vit sjóneykuna á staðbundnu vørurnar í Føroyum. Verkstovan verður skipað sum eitt samstarv millum Útoyggjafelagið, Húsarhaldsskúla Føroya, Matkovan, Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin.

Stórur áhugi er fyri staðbundnum matvørum – bæði til egna nýtslu heima við hús og sum gáva ella ferðaminni. Á verkstovuni fáa luttakararnir viðkomandi frálæru um burðardygga matframleiðslu, matvørureinføri og rætta handfaring av matvørum, umframt góð ráð og íblástur um søgu og sølu. Eisini luttaka tveir framleiðara og deila egnar royndir um ferð frá hugskoti til vøru

Verkstovan verður hildin á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík 7. juni kl. 13:00-17:00.

Matfrøði Rabarbuverkstova

Rabarban mann vera yndisgrønmeti hjá føroyingum. Kring landið eru ein ørgrynna av rabarbugørðum í alskyns støddum og sniðum, og fáar matupplivingar kennast so fjálgar og heimligar sum bakstur og dessert við rabarbum.

Rabarban er fleiriáraplanta, t.e. planta sum veksur upp úr somu rót í fleiri ár, og tí er tað so ómakaleyst og bíligt at hava rabarbugarð. Nógvir matlistarligir møguleikar eru eisini at gagnnýta plantuna, bæði søtt, salt og súrt.

Leygardagin, 8. juni, fagna vit rabarbuni. Rabarbuverkstovan byrjar kl. 10.00 við vælkomu og heimagjørdum morgunmati í tráð við dagsins evni. Sunniva G. Mortensen, fólkalívsfrøðingur, fortelur um burðardygga matframleiðslu og rabarbuna sum fleiriára matplantu, og síðani verður farið í køkin at skapa, smakka og spráka. Tað er dugnaligi og nýhugsandi kokkurin, Sonni Zachariassen, ið fer at vísa okkum heilt nýggir hættir at nýta rabarbuna í gerandismatgerð.

Verkstovan endar kl. 15.00, og gjøgnum dagin verður borðreitt við ymisku mati, so allir tørvar verða nøktaðir og luttakararnir kunnu hugsavna seg um smakkgóðu rávøruna í miðdeplinum.