Tari – ein heilsugóð og spennandi rávøra í føroyska køkinum

Í sjónum kring Føroyar eru alskyns tarasløg, ið eru góð til matna. Ja tarin hevur so nógvir góðir eginleikar, at hann verður mettur at vera megnakostur (“superfood”).

Á verkstovuni, 25.mai, seta vit sjóneykuna á føroyska mattaran:

Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur og taraserfrøðingur, fer at greiða okkum frá livandi og góðskaðum tarasløgum og vistskipan og burðardygd í náttúruni, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, dietistur, fer at fortelja okkum um kostfrøði – hví tarin er heilsugóður – og leggja okkum lag á við leskiligari gerandismatgerð við tara.

Verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Undirvísarar Agnes Mols Mortensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður 400 kr. íroknað mat og tilfar

Er skeiðið fultteknað ring á Húsarhaldsskúlan 216974 og kom á bíðilista

Matfrø(ð)i Kokkaskúlin fyri børn: Fiskur

Leygardagin, 23. mars, skipað vit fyri kokkaskúla fyri børnum yvir 6 ár við einum luttakandi vaksnum, har vit læra um føroyska sjómentan. burðardygd, matgleði, handfaring av fiski og lætta og hugkveikjandi matgerð við fiski.

Byrjað verður við vælkomu kl. 10.00, har greitt verður frá skránni, og so verður farið í gongd í køkinum.

Feska fiskin fáa vit frá útróðrarbáti í Klaksvík, og allir sansir verða brúktir og stimbraðir, tá vit fara at stuttleika okkum í køkinum.

Lærararnir Andrass S. Jacobsen (kokkur), Kári Kristiansen (kokkur) og Sunniva G. Mortensen (fólkalívsfrøðingur) leggja okkum lag á, og verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Kostnaður: 300,- fyri 1 barn og 1 vaksnan (til samans). Er talan um 1 vaksnan og fleiri børn, verður einans goldið pr. barni.

Tíð: kl. 10.00 – 15.00

Staður: Stórkøkurin hjá Tekniska skúla í Klaksvík

Matfrø(ð)i: Verkstova um fisk

Leygardagin, 16. mars, skipa vit fyri hugkveikjandi fiskaverkstovu, har vit læra at handfara og gagnnýta feskan, nærveiddan fisk á burðardyggan og smakkgóðan hátt.

Byrjað verður við vælkomu og morgunkaffi kl. 10.00, og so verður farið í gongd í køkinum.

Vit fáa feskan, rundan- (les:heilan) fisk frá útróðrarbáti í Klaksvík, og á verkstovuni fara vit at gagnnýta allan fiskin – frá høvur til sporl. Tað verður bæði stuttligt og læruríkt.

Lærararnir Andrass S. Jacobsen (kokkur), Kári Kristiansen (kokkur) og Sunniva G. Mortensen (fólkalívsfrøðingur) leggja okkum lag á, og verkstovan endar við hugnaligari felagsmáltíð.

Kostnaður: 350,- pr. persón

Tíð: Kl. 10.00 – 15.00

Staður: Stórkøkurin hjá Tekniska skúla í Klaksvík