Navnakapping

Húsarhaldsskúli Føroya skal hava nýtt navn

Húsarhaldsskúli Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum eldsálir og framskygd fólk í Klaksvík settu á stovn í 1974. Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli fyri ung og einasti skúli av slíkum slag í Føroyum. Húsarhaldsskúli Føroya bjóðar umframt sítt fasta 7 mðr. húsarhaldsskeið við vistaruppihaldi, eisini ymisk onnur skeið, ið verða skipaði bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið, og koma skeiðluttak­ar­arnir úr øllum landinum.

Húsarhaldsskúli Føroya er ein ógvuliga vælumtóktur skúli millum ung. Tað koma rættuliga nógvar umsóknir úr øllum landinum, eisini úr Norðanlondum. Somuleiðis eru eisini stór luttøka til fjølbroyttu várskeiðini, ið skúlin fyriskiparar.

Nýggi skúlin tikin í brúk í august 2025

Nýggi skúlin er ein snøgg nútímans loysn við staðseting í miðbýnum í Klaksvík, og sum fer at geva Húsarhalds­skúla Føroya munandi betri, størri og tíðarhóskandi høli, sum eru bygd júst til kjarnuvirksemi skúlans.

Nýggi skúlin er ein grønur skúli og vit leggja dent á, at okkara tilfeingi er stuttflutt og burðardygdt. Nýggi skúlin ger tað møguligt at bjóða munandi fleiri og fjølbroyttari tilboð.

Umframt sosiala og persónliga menning, so snýr tann fakligi parturin seg um at geva yngra ættarliðnum íblástur og útbúgving í at liva eitt heilsugott og burðardygt lív við støði í sterku føroysku mat- og handarbeiðs­ment­an­ini.

Verkætlanir, samfelagsfrøði og brandskeið krydda eitt sera fjølbroytt og praktiskt skúlatilboð, sum tekur støði í modernaða føroyska samfelagnum. Skúlin leggur stóran dent á at sameina vitan um mat, heilsu, húsarhaldsbúskap, handverk og sjálvbjargni.

Soleiðis luttekur tú í navnakappingini:

Uppskotið skal latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum:

  • Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum, saman við frágreiðing um hugskotið og grundgeving fyri, hví tú velur hetta heitið ella navnið. Merk brævbjálvan Navnakapping Húsarhaldsskúli Føroya”
  • Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta fyri at nevndin ikki skal síggja navnið á viðkomandi undir viðgerðini. Merk brævbjálvan “luttakari og navnauppskot”.

Uppskot skulu sendast til:

Húsarhaldsskúli Føroya, Stoksoyrarvegur 29, FO-700 Klaksvík og verða okkum í hendi í seinasta lagi 2. juni 2025 kl. 12:00.

Dómsnevndin innstillar til stýrið, sum endaliga tekur avgerð og skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini og eisini rættin til einki av innkomnu uppskotunum at brúka. Vinnarin fær í virðisløn fyri vinnandi uppskotið kr. 5.000,-

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

hsf@husarhaldsskulin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

© 2024 Hússarhaldsskúli Føroya. Ment og sniðgivið av ELSE í samstarvi við GRAFIA
RITA INN