Klaksvík 25.oktober 2024
Húsarhaldsskúli Føroya 50 ár
Tíðin rennur sum streymur í á, – fái eg hug at siga, nú vit hátíðarhalda 50 ára dagin hjá Húsarhaldsskúla Føroya. Góðu øll, takk fyri allar heilsanirnar á okkara føðingardegi og takk fyri at tit eru komin í føðingardag.
Takk fyri at vit hava havt so djarvar kvinnur her í bygdini, at tær sjálvar vildu veghilda fyri 90.000 kr., sum var tað, sum skuldi til í 1967, fyri at fáa fatur á Húsarhaldsskúlanum – har vit enn halda til. Hetta vísir, at tær veruliga hava brent fyri Húsmøðrafelagnum, hvørs endamál var, at seta á stovn ein Húsarhaldsskúla. Tilgongdin at stovnsseta skúlan byrjaði longu í 1951. Eitt nú vóru fleiri einstøk skeið og hesi vóru hildin ymsa staðni bæði í privatum heimum og á tekniska skúla.
Frá tí at húsið var fingið til vega gingu 7 ár, so sá Húsarhaldsskúli Føroya dagsins ljós 17. Oktober 1974. Og vóru 16 næmingar á fyrsta skeiðnum, sum tá vardi í 2 mdr. Og eg tori at siga, at síðan tá, hevur tað streyma inn við fólki. Og nú vit telja upp, 50 ár aftaná, hava uml. 1.200 næmingar fingið prógv og á hvørjum ári er long bíðirøð at sleppa inn á skúlan.
*
Hetta eru ung fólk úr øllum landinum, sum nú skulu fóta sær, finna flogið og læra at standa á egnum beinum, bæði tá tað kemur til matgerð, reinføri, handarbeiði og annað og ikki minst tað at liva saman. Skúlin blómar, tá øll hesi ungu full av lívsgleði, spontaniteti og forvitni á hvørjum ári byrja eitt skeið og finna varandi vinaløg.
Her steymar eisini inn við teimum, sum á styttri skeiðum til dømis vilja læra um lívsgóðsku, vanabroyting, burðadygga matgerð, um tara at brodera og seyma til føroysk klæði og mang annað sum vit nú einaferð kunnu finna uppá . Byrjað var við teim styttru skeiðunum í 1997 og higartil hava um 10.000 fólk, verið á Húsarhaldsskúlanum á skeið. Hetta kennist gott.
*
Sæð í einum størri perspektivi, merkja vit eisini ein ávísan viðstreym.
Vit leggja okkum eftir at næmingarnir kenna føroysku matmentanina og ynskja at økja tilvitanina um okkara góða matartilfeingið, hvussu hesar rávørur skulu handfarast burðardygd. tí er ein náturligur partur av undirvísingini eisini at fiska, fletta og taka upp epli, røtur og rabarbur og annað . Vit brúka føroyska tilfeingi: fisk, epli, rabarbur, tara, alt av seyði og annað, sum vit sjálv fara eftir.
Vit leggja dent á, at læra handverkið at binda pløgg, brodera, seyma og endurnýta úr brúktum og soleiðis verða burðardygg. Við at varðveita og menna um okkara egnu føroysku mentan, ja, so eru vit longu rættuliga grøn og kunnu liva upp til fleiri mál hjá ST um burðardygga menning. Tað eru vit sera errin av.
*
Útlendingar sum koma hendavegin halda ofta, at vit liva tætt at – og eru EITT við náttúruna. Men spurningurin er, um hetta er so. Vit búgva í einum modernaðum samfelag, hóast vit hava varðveitt nógvar mentanarligar siðvenjur. Men hyggja vit til dømis eftir, hvat vit eta og hvørjum klæðum vit ganga í, hvørjar vanar vit hava, ja, so er spurningurin, um vit ikki eru líka so urbaniseraði, sum í einum stórbýi.
Nú alheimurin rópar varskó, tá tað kemur til tað burðardygga, er Back to Basic – blivið tað kuula. Handverki at gera mat, skaffa og hagreiða mat, duga at binda og seyma osfr. mennir og brynjar tey ungu og gevur teimum amboð til at liva tað heilsugóða og burðardygga lívið. Og her eru óendaligir møguleikar at brúka tey kreativu evnini, at finna uppá nýtt og seta dagsskránna. Og hetta er netup tað, sum okkara næmingar elska og stórtrívast við.
*
Fyri at fáa eygað á tey virði, sum vit dagliga eru umgyrd av, kann við hvørt verða neyðugt, at fáa íblástur uttanífrá. Tað var við hesum fyri eygað, at Húsarhaldsskúlin og Matkovin bjóðaðu heimskenda kokkinum og matslóðaranum, Claus Meyer fyrr í mánaðum, at halda skeið fyri okkum og starvsfólkum í almennum og privatum stórkøkum til forvitnistligt íblástrartiltak um burðardygga matgerð. Tað var ikki sørt at vit kendu dustin av stjørnustøvi og viðstreymi tá hesin heimskendi kokkurin, sum var ein av stovnarinum av heimskendu matstovuni NOMA ,var ein av stigtakarnum til tað norðurlendska matmanifestið og fingið persónliga innbjóðing frá Pávanum, kom á gátt og hevði nógvar rósur at bera Húsarhaldsskúlanum.
*
Men av og á, hava vit eisini kent ein ávísan mótstreym. Viðmerkingar hava verið frammi eitt nú í miðlum har spurt hevur verið, jamen Húsarhaldsskúli, er tað ikki nakað man hevði fyrr í tíðini ?, er tað ikki at halda kvinnum fastar við kjøtgrýturnar og hvat skulu vit við einum sovornum gammeldags skúla ? Men nei vit eru avgjørt ikki ein gammeldags skúli, Men ein mordernaður kreativur skúli. Vit hava jú flutt okkum rættuliga nógv í frálæruni og ment okkum so hvørt í mun til tíðina, tá skúlin varð settur á stovn. Men, kanska er nakað um tað, at navnið Húsarhaldsskúli lýsir ikki innihaldið nóg væl. Í londunum rundanum okkum verða skúlar, við sama innihaldi
sum Húsarhaldsskúlin kallaðir naka við gastronomi og design.
So nevnd og leiðsla hava gjørt av, at skúlin skal hava nýtt navn. Tí fara vit í næstum at skriva út eina navnakapping. Hetta eru vit sera spent uppá. Seinni fara vit at útgreina og lýsa, hvussu navnakappingin verður skipað.
*
Vit eru eisini sera spent uppá at flyta í nýggja, stásiliga og flotta skúlan beint her í grannalagnum. Her gerast karmarnir sera góðir og vit síggja fram til at kunna økja enn meir um virksemið, áhugin er hvørt fall stórur og fleiri fyrispurningar eru komnir uttan úr heimi at koma á skeið.
Tað eru okkara dugnaligu lærarum at takka fyri, at virksemi er so gott, at næmingatalið so høgt og at skeiðsluttakararnir kappast um plássini. Uttan ágrýtin starvsfólk hevði einki av hesum borið til. SO eg vil eisini nýta høvið til at takka øllum stavsfólkunum fyri gott arbeiðið og næmingunum fyri at velja okkum. Fleiri fyrrverandi næmingar eru eisini her í dag, og hetta er bara tekin um, at her vera varandi bond knýtt.
Góðu gestir, ja tíðin flýgur og mín talutíð er nokk farin at halla.
Fái tykkum endiliga ein bita í býarsalinum har næmingar borðreiða við onkrum leskiligum heimagjørdum staðbundum smábitum. Eg kann til stuttleika nevna at skerpikjøt og røtur av sydradali, rullipyslan er nýgjørd av Syðradali og húsum og rabarburnar hava næmingarnir sjálvir tikið upp á Viðareiði og gjørt saft, njótu løtuna og vitjið flottu framsýningina Ein tíðargluggi 1974 – 2024, sum meira ítøkiliga, lýsir virksemi sum er og hevur verið á skúlanum.
Takk fyri.
Jóhanna á Tjaldrafløtti