Skoytubreytin fingið forkunnugt jólatræ
Ein sera væl eydnaður dagur við Biskupstorg í dag. Nógv fólk og góður jólastemningur. Skonktir vóru 300 koppar av heitum kakao. Okkara sermerkta jólatræ er komi upp at hanga og tekur seg væl út við skoytubreytina.
Jólatræið hevur KKS evnað til úr flatjarni, og síðani hava næmingarnir á skúlanum saman við gestum bundið smáar tógvlappar úr “avlops-tógvi” uppá træið. Síðani er ljós sett á. TTS, sum hevur sett fleiri ljósmastrar upp í økinum, hevur so við teirra lyftu sett træið upp á eina av ljósmastrunum – beint við skoytibreytina, so øll, ið búgva á Biskupstorgi og øll, sum skoyta, síggja væl hetta serstaka jólatræið.