Skrivstovufólk til Húsarhaldsskúla Føroya

Húsarhaldsskúli Føroya søkir eftir einum skrivstovusfólki. Talan er um eitt nýtt starv við starvsbrøki 0,50 at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Sum skrivstovufólk verður tú partur av einum virknum skúlaumhvørvi. Á heystskeiðnum hittir tú tey ungu, sum búgva á skúlanum og um vári hittir tú ein hóp av ymsum fólkum, sum luttaka á várskeiðum. Tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum

Tín uppgáva verður at fevna um vanligt skrivstovuarbeiði so sum:

  • Móttøka av kundum
  • Telefonmóttøka
  • Ymiskt samskifti
  • Avgreiðsla av fakturum
  • Avgreiðsla av lønum
  • Umsiting av heimasíðu
  • Og annað fyrifallandi

Vit vænta, at tú sum umsøkjari:

  • Ert ábyrgdarfull/-ur og álítandi
  • Hevur eitt jaligt lyndi og ert fyrikomandi
  • Trívsist væl saman við ungum fólki
  • Hevur góðan røkjuskap
  • Hevur góðar málsligar førleikar bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum
  • Dugur at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og trívist í einum starvi, har uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar
  • Hevur skrivstovuútbúgving, Hægri Handilsskúla (búskaparbreyt) ella líknandi

Sum starvsfólk kemur tú at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 08:30-12:30.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra teldupost hsf@hhs.fo

Umsóknir

Umsóknir við lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: hsf@hhs.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann, 16. juni 2025.

Um Húsarhaldsskúlan

Húsarhaldsskúli Føroya er fluttur í ein spildurnýggjan nútímans bygning við staðseting í miðbýnum í Klaksvík. Nýggi skúlin er ein grønur skúli. Kjarnuviðri skúlans er at geva yngra ættarliðnum íblástur í at liva heilsugott og burðardygt við støði í sterku føroysku mat- og handarbeiðsmentanini. Skúlin er ein vistarskúli, sum hevur pláss fyri 35 næmingum á heystskeiðnum. Í Várhálvuni virkar skúlin sum skeiðsdepil, har skúlin er karmur um alskins skeiðsvirksemi.

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

hsf@husarhaldsskulin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

© 2024 Hússarhaldsskúli Føroya. Ment og sniðgivið av ELSE í samstarvi við GRAFIA
RITA INN