Starvsfólk til reingerð á Húsarhaldsskúla Føroya

Húsarhaldsskúli Føroya søkir eftir einum starvsfólki til reingerð við starvsbrøki 0,50 at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Sum reingerðarfólk verður tú partur av einum virknum skúlaumhvørvi. Á heystskeiðnum hittir tú tey ungu, sum búgva á skúlanum og um vári hittir tú ein hóp av ymsum fólkum, sum luttaka á várskeiðum. Tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:

  • At hava ábyrgd av, at øll hølir í skúlanum eru rein
  • Daglig reingerð av flokshølum og felagshølum
  • Tryggja at øll reingerðarútgerð er tøk
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú sum umsøkjari:

  • Ert ábyrgdarfull/-ur og álítandi
  • Hevur eitt jaligt lyndi og ert fyrikomandi
  • Trívist væl saman við ungum fólki Hevur góðan røkjuskap og gongur høgt upp í reinføri
  • Dugur at arbeiða sjálvstøðugt, ert fleksibul og tolir broytingar í arbeiðinum
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 12:30-16:30 til tíðir verður arbeitt í vikuskiftinum.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra teldupost hsf@hhs.fo

Umsóknir

Umsókn við lívsgongdarlýsing skal sendast sum teldupostur til: hsf@hhs.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juni 2025.

Um Húsarhaldsskúlan

Húsarhaldsskúli Føroya er fluttur í ein spildurnýggjan nútímans bygning við staðseting í miðbýnum í Klaksvík. Nýggi skúlin er ein grønur skúli. Kjarnuvirði skúlans er at geva yngra ættarliðnum íblástur í at liva heilsugott og burðardygt við støði í sterku føroysku mat- og handarbeiðsmentanini.

Skúlin er ein vistarskúli, sum hevur pláss fyri 35 næmingum á heystskeiðnum. Í várhálvuni virkar skúlin sum skeiðsdepil og er karmur um alskins skeiðsvirksemi.

Melda til tíðindabræv

– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja

Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar

Tel +298 456974
Far +298 216974

hsf@husarhaldsskulin.fo

Vinnutal: 331015

Føroyskar heimasíður

folkaheilsa.fo
hfs.fo

Fylg okkum á 

© 2024 Hússarhaldsskúli Føroya. Ment og sniðgivið av ELSE í samstarvi við GRAFIA
RITA INN