Uppskriftir

Fiskasúpan við kokusi – 4 fólk

Tilfar:

2 gularøtur
2 purrur
1 leykur
1 súrepli
1 súpisk. av olju
1-2 tesk. av karry
1 tesk. av rivnum ingiferi
1 bát av hvítleyki
1½ ltr. av vatni
4 høsnabótarmolar
1 dós av kokusmjólk (light
200 g av fiskaflaki
Salt

Arbeiðsháttur:
  • Sker gularøturnar í tunnar stavar, purrurnar í flísar, leykin smátt og rív súreplið.
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka karry og ingiferið saman við grønmetinum í uml. 2 min.
  • Pressa hvítleykin og koyr í saman við vatninum, bótarmolunum og kokusmjólkini.
  • Lat kóka undir loki í 10 min.
  • Sker fiskin í flísar 2-3 cm og koyr í súpanina.
  • Lat kóka í 5 min.
  • Smakka til við salti
Afturvið:
Kringlur við kummani

Føðsluvirði pr. 100 g: Orka 148 kJ/35 Kcal – Protein: 1,7 g – Feitt: 2,0 g – Kolvæta: 2,7 g

Leyksúpani við ostbreyði – 6 fólk

Tilfar:

500 g av leyki
1 súpisk. av olju
3 bátar av hvítleyki
1 súpisk. av papriku
1½ ltr. av vatni
4 neytabótarmolar
2 lavberjabløð
Salt og pipar

Ostbreyð:

50 g av rivnum osti 20-30+
½ tesk. av papriku
6 flísar av langbreyði

Arbeiðsháttur:

  • Sker leykin í helvt og í tunnar flísar eftir tægrunum
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka leykin í 5 min.
  • Sker hvítleykin smátt og koyr í saman við restini av tilfarinum
  • lat kóka undir loki í 10 min. og smamma til við salti og pipari
  • Blanda rivna ostin og paprika saman og legg oman á langbreyðflísarnar
  • Hita ovnin, 220° , og grilla langbreyðflísarnar, til osturin er vorðin brúnligur
  • Legg ostbreyðið í súpanarborðiskin og oys súpanina omanyvir
Føðsluvirði pr. 100 g súpan:
Orka 88 kJ/21 Kcal – Eggjahvítaevni: 0,7 g – Feitt: 0,8 g – Kolvæta: 2,7 g
Føðsluvirði 1 langbreyð við osti:
Orka 310 kJ/74 Kcal – Eggjahvítaevni: 3,9 g – Feitt: 1,9 g – Kolvæta: 10,3 g

Grovbollar – 24 stk.

Tilfar:

50 g av pressuger
5 dl av flógari lættimjólk
1½ tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
½ dl av olju
120 g havragrýni
350 g av hveitimjøli

At pensla við:

mjólk

Arbeiðsháttur:

  • Loys gerina upp í flógvu mjólkini
  • Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
  • Set deiggið at ganga á glógvum staði í 30 min.
  • Elt deiggið aftur, evna til 24 bollar og set á bakarovnsplátu, sum er klødd við bakipappíri
  • Set bollarnar at ganga á flógvum staði í 30 min.
  • Pensla bollarnar við mjólk
  • Hita ovnin til 200°
  • og baka mitt í ovninum í uml. 15 min.
Orka pr. 100 g: 992 kJ/236 Kcal – Fiti: 4,9 g – Kolvæta: 37,3 – Trevjur: 5
Orka pr. stk.: 573 kJ/136 Kcal – Fiti: 2,8 g – Kolvæta: 21,5 – Trevjur: 3

Rugbreyð – 2 stk.

Tilfar:

Súrdeiggj, 1 port.
15 g av pressuger
1½ dl av flógvum vatni
75 g av rugmjøli

1. dagur:
1 port. súrdeiggj
1 ltr. av vatni
2 súpisk. av sukri
500 g av skornum rugkjarnum
650 g av hveitimjøli

2. dagur:
½ ltr. av vatni
2. súpisk. av sukri
2 súpisk. av salti
200 g av grahamsmjøli
400 g av rugmjøli

Arbeiðsháttur:

  • Loys gerina upp í flógva vatninum og rør rugmjølið í
  • Set deiggið at ganga á flógvum staði til næsta dag
  • Rør alt tilfarið til 1. dagin saman og set deiggið at ganga til næsta dag
  • Koyr restina av tilfarinum í deiggið frá degnum fyri og rør væl. Tak deiggj frá til súrdeiggj, uml. 250 g
  • Koyr deiggið í tveir smurdar breyðformar (3 ltr.) og lat ganga á flógvum staði, til deiggið er komið upp á tromina á forminum
  • Hita ovin til 190° og baka niðast í ovninum í uml. 90 min.
  • Tak breyðini úr formunum og lat kølna á bakirist
Orka pr. 100 g: 766 kJ/182 Kcal – Fiti: 1,1 g – Kolvæta: 35,4 – Trevjur: 6,4

Skúlabreyð – 25 stk.

Tilfar:

50 g av pressuger
4 dl av fógvum vatni
2 dl av blaki, hvíta ella tílíkum
½ dl av olju
1 tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
100 g av rugmjøli
100 g av grahamsmjøli
100 g av sáldaðum mjøli (sigtemel)
uml. 600 g av hveitimjøli

At pensla við:

mjólk

Arbeiðsháttur:

  • Loys gerina upp í flógva vatninum
  • Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum
  • Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
  • Evna 25 smá avlong breyð og set á bakarovnsplátu klæddað við bakipappíri
  • Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
  • Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 20. min
Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 961 kJ/228 Kcal – Eggjahvítaevni: 5 g – Feitt: 3,9 – Kolvæta: 41,8
Føðsluvirði pr. stk.:
Orka 586 kJ/139 Kcal – Eggjahvítaevni: 3,6 g – Feitt: 2,4 – Kolvæta: 25,5

Kjøtbreyð við gularótum 4-6 fólk

Tilfar:

Kjøtdeiggj:
1 leyk
150 g av gularótum
500 g av malnum neyta- ella svínakjøti (10-12% feitt)
1½ tesk. av salti
¼ tesk. av pipari
1 egg
1 dl av hveitimjøli (60 g)
1 dl av lættimjólk

1 ltr. av kókaðum vatni
2 neytabótarmolar
1 leyk

1 glas av soppum
møguliga litevni
salt og pipar

Javningur:
1 dl av lættimjólk
4-5 súpisk. av meisenu

Arbeiðsháttur:

  • Rív leykin og gularøturnar fínt
  • Rør kjøtið væl saman við rivna leykinum og gularótunum
  • Koyr restina av tilfarinum í. (Ansa eftir, at deiggið ikki gerst ov tunt)
  • Evna deiggið til eitt breyð og legg tað í eitt ovnfast fat
  • Koyr vatnið, bótarmolarnar og leykin í fatið
  • Hita ovnin 175° og set fatið mitt í ovnin í 50-60 min.

Sós:

  • Síla soðið frá kjøtbreyðinum í eina grýtu og skúma feittið omanav
  • Ger javning og rør hann í, koyr sopparnar í og lat koma upp á kók.
  • Koyr møguliga litevni í og smakka til við salti og pipari.

Afturvið:

Eplabátar og salat við víndrúvum

Føðsluvirði pr. 100 g kjøtbreyð:
Orka 583 kJ/139 Kcal – Eggjahvítaevni: 13,6 g – Feitt: 5,9 g – Kolvæta: 7,6 g

Karrygrýta 4-6 fólk

Tilfar:

600 g av neyta- ella svínakjøti
2 leykir
1 súpisk. av olju
2 tesk. av karry
5 dl av vatni
1 neytabótarmola
1 tesk. av salti
1 dl av kokusmjøli
1 dl av rosinum
250 g av grønmetisblanding
salt og pipar

Javningur:

2 dl av vatni
4 súpisk. av hveitimjøli

Arbeiðsháttur:

  • Sker kjøtið í bitar og sker leykirnar grovt
  • Hita oljuna í einari grýtu, brúnka kjøtið og leykirnar saman við karry
  • Koyr vatnið, bótarmolan, saltið, kokusmjølið og rosinurnar í
  • lat kóka undir loki í uml. 1 tíma
  • Ger javning, rør hann í og lat koma uppá kók
  • koyr grønmetisblandingina í og lat kóka í 5-10 min. Smakka til við salti og pipari

Afturvið:

Rís, kinakál ella icebergsalat, ananasbitar, kokusmjøl, rosinur, jarðnøtir, piparfrukt og gurku í bitum. Alt í smáum skálum.

Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 363 kJ/86 Kcal – Eggjahvítaevni: 8,4 g – Feitt: 3 g – Kolvæta: 6,3 g

Høsnarungi “Hawai” – 4 fólk

Tilfar:

5 ringar av ananasi
2 purrur ella 2 leykir
150 g av soppum
10 turkaðar aprikosur
sevja av 1 appilsin (uml 1½ dl)
sevja av ½ sitrón
ananassevja (1 dós)
1-2 súpisk. av hunangi
1-2 tesk. av karry
4 súpisk. av kokusmjøli
½ høsnarbótarmola

Javningur:
½ dl av vatni
2 tesk. av meisenu

1 høsnarungi
salt og paprika

Arbeiðsháttur
  • Sker ananasi í bitar 1×1 cm og legg í eitt eldfast fat (goym sevjuna)
  • Sker purrurnar og sopparnar í flísar og aprikosurnar í helvt og koyr oman yvir ananasið
  • Hita appilsin-, sitrón- og ananassevjuna í einari grýtu saman við restini av tilfarinum
  • Ger javning, rør í sósina og stoyt í fatið
  • Vaska høsnarungan væl og sker í helvt, krydda við salti og papriku og legg oman yvir fruktina og grønmetið
  • Hita ovnin til 200° og set fatið niðarlaga í ovnin í uml. 1 tíma
Føðsluvirði pr. 100 g: Orka 518 kJ/123 Kcal – Protein: 9,2 g – Feitt: 6,2 g – Kolvæta: 7,4 g

Fiskur í tomat og kokussós 4-6 fólk

Tilfar:

800 g av toskaflaki
1 purra
1 súpisk. av olju
1-2 bátar av hvítleyki (pressaðum)
1 tesk. av papriku
½ tesk. av ingiferi
½ tesk. av kili
¼ tesk. av sísskummani
1 høsnabótarmola
1 dós av kokusmjólk (light)
1 dós av flustum tomatum
salt og pipar

Javningur:
2 súpisk. av meisenu
½ dl av vatni

Arbeiðsháttur:

  • Sker fiskin í hóskandi stykki og legg hann í eitt ovnfast fat
  • Sker purruna í tunnar flísar
  • Hita oljuna í einari grýtu og brúnka purruflísarnar og hvítleykin
  • koyr restina av tilfarinum í og lat kóka í uml. 5 min.
  • Smakka til við salti, pipari og møguliga meira av kryddaríum
  • Ger javning, rør hann í sósina og stoyt oman yvir fiskin
  • Hita ovnin til 180° og set fatið mitt í ovnin í 30 min.
Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 320 kJ/76 Kcal – Protein: 8,2 g – Feitt: 1,6 g – Kolvæta: 6,6 g

Pastusalat við skinku – 8 fólk

Tilfar:

200 g av pastu skrúvum,
pennum ella tílíkum
1 lollorosasalat
½ reyðleykur
6 sólturkaðar tomatir
1-2 gularøtur
8 sherrytomatir
1 dós av meisi
200 g av skinkubitum
møguliga 1 lítið glas av svørtum oljuberjum

Dressingur:

2 súpisk. av olju
2 súpisk. av ediki
2 tesk. av sitrónsevju
3 súpisk. av vatni
1 tesk. av salti
¼ tesk. av pipari
1 bátur av hvítleyki (pressaðum)

Arbeiðsháttur:

  • Kóka pastuna í uml. 15 min. og set at kølna
  • Sker salatið, leykin og sólturkaðu tomatirnar smátt. Flys gularøturnar í tunnar, langar álir við eplaflysaranum og sker sherrytomatirnar í helvt
  • Blanda alt tilfarið saman og koyr í eina stóra skál

Blanda alt tilfarið til dressing saman, og stoyt oman yvir salatið

Føðsluvirði pr. 100 g kjøtbreyð:
Orka 659 kJ/157 Kcal – Protein: 6,6 g – Feitt: 4,6 g – Kolvæta: 21,9 g

Reyðrótasalat – 4 fólk

Tilfar:

100 g av reyðrótum
100 g av gularótum
1 súrepli
50 g av hvítkáli
50 g av valnøtum
1 dl av súrgaðari mjólk
salt og pipar

Arbeiðsháttur:

  • Rív reyðrøturnar, gularøturnar og súreplið grovt
  • Sker hvítkálið í tunnar álir og valnøturnar í fýra
  • Blanda alt tilfarið saman og smakka til við salti og pipari
Orka pr. 100 g: 347 kJ/82 Kcal – Fiti: 4,4 g

Høsnasalat við jarðberjum – 4 fólk

Tilfar:

2 høsnarungabringur
olja
salt og pipar
paprika og sitrónpipar

200 g av blandaðum salati

Dressingur:

2 súpisk. av olju
1 súpisk. av hindberjaediki
ella balsamiko, hvítum
150 g av frískum jarðberjum
2 súpisk. parmesanflykrur

Arbeiðsháttur:

  • Pensla høsnarungabringurnar við olju og stroy kryddevnini omanyvir
  • Hita eina pannu og steik høsnarungabringurnar í uml. 10 min. á hvørjari síðu
  • Legg salatið á eitt fat
  • Sker høsnarungakjøtið í 1 cm tjúkkar flísar og legg oman yvir salatið
  • Blanda tilfarið til dressingin saman og stoyt oman yvir salatina
  • Sker jarðberini í helvt og legg jarðberini omaná salatið og stroy við parmesanflykrunum
Orka pr. 100 g: 428 kJ/102 Kcal – Fiti: 6 g

Flógv súreplaterta – 6 fólk

Tilfar:

6 súreplir
2 súpisk. av sukri
2 tesk. av kaneli
75 g av havragrýni
30 g av hveitimjøli
75 g av plantumargarini
2 súpisk. av sukri
50 g av skornum mandlum
50 g av rivnum marsipani

Arbeiðsháttur:

  • Vaska súreplini, sker í bátar og legg í eitt ovnfast fat
  • Blanda sukrið og kanelið saman og stroy oman yvir súreplini
  • Blanda havragrýnið og hveitimjølið saman, og morla margarinið í mjølblandingina (deiggið skal ikki vera samanhangandi, men morlut)
  • koyr sukrið, mandlurnar og marsipanið í deiggið og koyr tað oman yvir súreplini
  • Hita ovnin til 200° og set fatið mitt í ovnin í uml. 40 min.

Afturvið:

Siropssós

Føðsluvirði pr. 100 g:
Orka 870 kJ/207 Kcal – Protein: 3,4 g – Feitt: 10,5 g – Kolvæta: 23,4 g

Hevur tú spurningar?