Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Matur sum ferðaminni – frá hugskoti til matvøru

07 juni, 13:00 - 17:00

- 400 KR

Tá vit eru á ferð – tað verið seg í aðrari bygd í Føroyum ella uttanlanda – er tað altíð hugaligt
at uppliva staðbundnu smakkirnir og enntá kunna taka teir heimvið at deila við okkara kæru.
Maturin er ferðaminni um góðar løtur og vøkur støð, sum fløva hjarta.

Umframt at verða ein smakkgóður háttur at goyma kær ferðaminni, kunnu lítlu matvørurnar
eisni vera ein góð inntøka hjá teimum, ið takast við matframleiðslu, t.d. á útoyggj og øðrum
smáplássum.

Á verkstovuni, fríggjadagin, 7.juni, skipa vit fyri verkstovu um mat sum ferðaminni í Føroyum. Góðskar tú
grønmeti og urtir til krukkumat, t.d. saft, sirop ella súltutoy, ella hevur tú aðra serstaka
matvøru, ið tú ynskir at selja sum ferðaminni – so er henda verkstovan ætlað júst tær.

Útoyggjafelagið hevur verið partur av norðlendskum samstarvi um vørumenning og mat sum
ferðaminni, og á komandi verkstovuni seta vit sjóneykuna á staðbundnu vørurnar í Føroyum.
Verkstovan verður skipað sum eitt samstarv millum Útoyggjafelagið, Húsarhaldsskúla
Føroya, Matkovan, Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin.

Stórur áhugi er fyri staðbundnum matvørum – bæði til egna nýtslu heima við hús og sum
gáva ella ferðaminni. Á verkstovuni fáa luttakararnir viðkomandi frálæru um burðardygga
matframleiðslu, matvørureinføri og rætta handfaring av matvørum, umframt góð ráð og
íblástur um søgu og sølu. Eisini luttaka tveir framleiðara og deila egnar royndir um ferð frá
hugskoti til vøru

Verkstovan verður hildin á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík 7. juni kl. 13:00-17:00.

Details

Date:
07 juni
Time:
13:00 - 17:00
Cost:
400 KR
Event Tags:
, , , , , , , ,

Keyp skeið

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Keyp skeið are no longer available