Tilmeldingin til várskeiðskeiðini er
HÚSHARHALDSSKÚLI FØROYA
Ein modernaður og kreativur skúli!
Ein innbjóðandi skúli, við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har tú sum næmingur sleppur at útfolda tíni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk. Her verður hugsað grønt, burðardygt og heilsugott. Sum næmingur lærir tú eina rúgvu um mat, um føroyska matmentan, um okkara tilfeingi, um kropp, heilsu og rørslu, alskins handarbeiði, so sum gera tíni egnu føroysku klæði, at seyma, glaslist, silvurarbeiði o.a. Vit ferðast í egnum landi, skipa fyri hugnakvøldum og mentanartiltøkum.
Heimligt · Hugnaligt · Herligt
Hetta er HSF og hetta kanst tú verða ein partur av. Skeiðið er frá hálvan august til februar, 26 vikur. Einasta treyt er, at tú er 15 ár við skeiðsbyrjan.
Hvat hendir?
Navnakapping
Húsarhaldsskúli Føroya skal hava nýtt navn
Húsarhaldsskúli Føroya ynskir at finna nýtt navn til skúlan, sum er meira tíðarhóskandi, lætt og sigandi. Hevur tú eitt gott hugskot um nýtt navn, sum fellur væl og annars hóskandi til okkara skúla, so vóna vit, at tú luttekur í kappingini og sendir okkum títt uppskot.
Húsarhaldsskúli Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum eldsálir og framskygd fólk í Klaksvík settu á stovn í 1974. Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli fyri ung og einasti skúli av slíkum slag í Føroyum. Húsarhaldsskúli Føroya bjóðar umframt sítt fasta 7 mðr. húsarhaldsskeið við vistaruppihaldi, eisini ymisk onnur skeið, ið verða skipaði bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið, og koma skeiðluttakararnir úr øllum landinum.