Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Matfrøði Rabarbuverkstova

31 august, 10:00 - 15:00

- 450 KR

Rabarban mann vera yndisgrønmeti hjá føroyingum. Kring landið eru ein ørgrynna av rabarbugørðum í
alskyns støddum og sniðum, og fáar matupplivingar kennast so fjálgar og heimligar sum bakstur og dessert
við rabarbum.

Rabarban er fleiriáraplanta, t.e. planta sum veksur upp úr somu rót í fleiri ár, og tí er tað so ómakaleyst
og bíligt at hava rabarbugarð. Nógvir matlistarligir møguleikar eru eisini at gagnnýta plantuna, bæði
søtt, salt og súrt.

Leygardagin, 31. august, fagna vit rabarbuni. Rabarbuverkstovan byrjar kl. 10.00 við vælkomu og
heimagjørdum morgunmati í tráð við dagsins evni. Sunniva G. Mortensen, fólkalívsfrøðingur, fortelur
um burðardygga matframleiðslu og rabarbuna sum fleiriára matplantu, og síðani verður farið í køkin at
skapa, smakka og spráka. Tað er dugnaligi og nýhugsandi kokkurin, Sonni Zachariassen, ið fer at vísa
okkum heilt nýggir hættir at nýta rabarbuna í gerandismatgerð.

Verkstovan endar kl. 15.00, og gjøgnum dagin verður borðreitt við ymisku mati, so allir tørvar verða
nøktaðir og luttakararnir kunnu hugsavna seg um smakkgóðu rávøruna í miðdeplinum.

Details

Date:
31 august
Time:
10:00 - 15:00
Cost:
450 KR
Event Tags:
, , , , , , , ,

Keyp skeið

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Keyp skeið are no longer available