Melda til tíðindabræv
– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja
Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar
Tel +298 456974
Far +298 216974
Vinnutal: 331015
BMI merkir “Body Mass Index” (kropsmasseindeks), og er lutfalli millum vekt og hædd. Læknar og kostráðgevarar nýta ofta henda rokningarhátt at finna útav um vektin er ov lítil, hóskandi, um tú vigar ov nógv, alt ov nógv ella um tú ert í vandabólki fyri sjúku, ið stendst av ovurfiti.
Hesar talvur eru bert vegleiðandi, og siga onki um hvar á kroppinum fitin situr.
Miðjumát: gevur eina betri mynd av hvar á kroppinum feitti situr.
Kanningar hava staðfest, at um ov nógv feitt situr um búkin “súreplaskap” og harvið eisini runt um tey innaru gøgnini, so er ein í størri vanda fyri at fáa tær sokallaðu lívsstílssjúkurnar, hjarta- og æðrasjúkur og typu 2 diabetes . Fólk, ið hava “peruskap” t.v.s. at fitin situr um endan og á lørunum eru ikki í sama vandabólki.
BMI verður roknað út við at dividera kropsvektina í kg, við hæddina,í metrum falda við hæddina í metrum.
Til útrokningarháttin skal tó viðmerkjast, at hædd verður ikki tikið fyri beinabygnaði, vøddum og kyni.
Beinabygnaður og vøddar kunnu í ávísum føri vísa eitt BMI-tal, sum liggur oman fyri 25, sum ikki treyðugt merkir, at man vigar ov nógv.
Finn títt BMI-tal á talvuni og vita um tú hevur eina hóskandi vekt. Talvan vísir hvussu títt “Body Mass Index” liggur. Eitt BMI-tal undir 18,5 merkir, at tú vigar ov lítið, men er títt BMI-tal millum 18,5-24,9 hevur tú eina hóskandi vekt.
Gevið gætur: talvan kann bert nýtast til fólk, ið eru eldri enn 18 ár
Fullkorn kann bæði vera heilir ella virkaðir kjarnar – t.d. støktir ella malnir til fullkornsmjøl. Tað týdningarmesta er, at allir partar av korninum eru tiknir við – eisini sáða og spírar. Tí tað er júst her, ið tær flestu trevjurnar, vitamin og mineral eru. Fullkorn er í nógvum sløgum av matvørum, t.d. rugbreyði, ljósum fullkornsbreyði, havragrýni, músli og fullkornspasta. Og tað er í royndum sera týdningarmikið at eta fullkorn frá ymsum bakstri og kornblandi. So minst til at skifta ímillum, tá ið tú etur fullkorn.
Breyð og kornbland hava týdning í dagsins máltíðum, av tí at tey eru soltin, og við teimum fært tú nógv týdningarmikil føðsluevni – serliga um tú etur fullkorn. Et tí helst fullkornsbland til morgunmat, á døgurða og til millummála. Umframt úr havragrýnum og rugbreyði kanst tú eisini fáa fullkorn úr nøkrum sløgum av músli, brakbreyð og øðrum breyðsløgum.
Keyp vørur við fullkornsmerki á, tá ið tú keypir kornbland, mjøl, breyð, brakbreyð, rís og pasta. Les meira á www.fuldkorn.dk. Et í minsta lagi 75 g av fullkorni um dagin. Børn millum 4 og 10 ár skulu hava 40-60 g av fullkorni um dagin
Lyklarholið er eitt matvørumerki, sum upplýsir um heilsugóðar matvørur. Lyklarholsmerkið kann gera tað lættari fyri brúkarin at gera eitt heilsubetri val, um man ikki hættar sær undir at lesa eina vørulýsing.
Feittprosent er mát fyri, hvussu stórur partur av vektini stavar frá feitti.
Eitt høgt prosenttal økir um vandan fyri typu 2 diabetes, høgt blóðtrýst, og hjarta- og æðrasjúkum.