Melda til tíðindabræv
– og fá tíðindi um nær skeiðini byrja
Stoksoyrarvegur 29
FO-700 Klaksvík
Føroyar
Tel +298 456974
Far +298 216974
Vinnutal: 331015
HSF hevur eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum.
Afturat vanligari undivísing, er ein partur av undirvísingini skipaður í tvørfakliga evnisviðgerð.
Heilsugóður kostur, vælsmakkandi rættir, matur úr fremmandum londum, føroyskur matur – tú fært innlit í eina fjølbroytta matmentan. Tú lærir ikki bert at matgera, men eisini at sita sum gestur við væl dekkað borð!
Eitt spennandi og fjølbroytt úrval av møguleikum – dømi eru seyming og tilskering, skinn- og leðurarbeiði, brodering og gerð av føroyskum klæðum, silkimáling, patchwork, glaslist, applikatión- annars,hvat tú sjálv/ur kanst finna uppá.
Ein góður partur av skeiðnum er virksemi í frítíðini. Samanhaldið er gott og møguleikarnir nógvir. Skúlin hevur m.a.: Venjingarhøli við ymiskum amboðum, teldu við interneti, sjónvarpsstovu og onnur hølir.
Skúlin hevur búpláss til allar næmingarnar, tí verður eitt ½ ár á HSF ein ógloymandi tíð.
Samanhald, útferðir, skemt og undirhald verður samanflættað við fakligt arbeiði, har hvør bólkur ger munagóð avrik. Tað hevur víst seg at eydnast sera væl hjá øllum at blíva partur av tí góða samanhaldinum, so halt teg ikki aftur
Skeiðið byrjar í august og endar í februar. Allir næmingar fáa prógv handað.
Tú skalt hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans. skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.
Tað er stuttligt og hugaligt at minnast aftur á tíðina, tá ið dóttir okkara gekk á húsarhaldsskúla. Hetta var eitt gott og ríkandi ár fyri okkum øll. At síggja okkara hálvvaksnu dóttir fyri fyrstu ferð flyta heimanífrá, tí nú skuldi hon sjálv royna sínar egnu veingir. Alt var so nýtt og spennandi. Hvør einasti skúladagurin, lærdómurin, útferðirnar, samhaldið og frítíðin.
Vit kundu trygt lata hana fara. Foreldur og næmingar høvdu alt gott at bera skúlanum. Og skjótt tíðin rann. Bráddliga stóð ein flokkur av smílandi gentum og bjóðaðu vælkomin til ta stóru framsýningina, har borðreitt var við alskins serstøkum rættum. Vit vóru til mótasýning, sóu vakurt handverk, hoyrdu frálíkan upplestur og góðan sang. Jú, sanniliga er tað í tí góða felagsskapinum, at vit kveikjast og mennast. Og í rúmliga og mentaða skúlanum, at vit skulu læra at taka ábyrgd av okkum sjálvum og hvørjum øðrum.
BYRJA NAKAÐ NÝTT Í DAG