Lívsstílsskeið – Vanabroyting

Gloym alt um forboð

Hví rygga slankurar ikki?
Ber til at  lætna uttan skankikur?
Tí alt er loyvt. Vit hugsa ikki svart/hvítt alt ella onki.
Tú fært eina rúgvu av amboðum, við støði  í tínum gerandisdegi.

Við 25 ára royndum fara vit enn einaferð at bjóða tær til okkara vælumtókta lívstílsskeið. Tú møtir 8 ferð og til hvørja undirvísing verður arbeitt við einum ávísum evni.

KLOKKAN TÝSDAG MIKUDAG
09:00-10:30 SKEIÐ 1 / Byrjarar SKEIÐ 5 / Byrjarar
11:00-11:45 SKEIÐ 2 / Framhald SKEIÐ 6 / Framhald
13:00-14:30 SKEIÐ 3 / Byrjarar SKEIÐ 7 / Byrjarar
16:30-18:00 SKEIÐ 4 / Byrjarar SKEIÐ 8 / Byrjarar

Skeiðini eru týsdag og mikudag og byrja 12. mars

Tú møtir 1 ferð um vikuna.

Undirvíst verður í viku 11, 12, 14, 15, 16, 17, 19 og 21

Joan M. Sivertsen føðsluatstøðari og vanavegleiðari
Jóhanna á Tjaldrafløtti dietistur og vanavegleiðari

Kostnaður fyri skeiðið
Byrjarar 90 min. 1200 kr.
Framhald 45 min. 900 kr.

Er skeiðið fultteknað ring á Húsarhaldsskúlan 216974 og kom á bíðilista.

Matvørureinføri

Góðkent skeið til fólk ið arbeiða við mati

Fólk, sum gera mat til ferðafólk í egnum heimi – heimablídni, arbeiða við mati á stovnum, sambýlum, fyritøkum, kantinum, kokkar umborð á skipi o.a

Dagskeið 4.-5. apríl kl. 9.00 til 15.30

Undirvíst verður um:
Bakteriur, reinføri í samband við matvørur og amboð
Persónligt reinføri

Undirvísarar Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður 2.200 kr. íroknað mat og tilfar

Tari – ein spennandi óbrúkt rávøra í føroyska køkinum

Leygardagin 13. mai frá kl. 9:00 til 15:00

Kom við og lær eina rúgvu um tara. Tú fært tveir spennandi fyrilestrar og síðan í køkin at kokkast. Tari hevur nógvar serstakliga góðar og áhugaverdar eginleikar. Tari kann etast ráur, men eisini ber til at kókað steikja, baka og turkað tara.  Møguleikarnir eru óteljandi.

Undirvísarar Agnes Mols Mortensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti
Kostnaður 600 kr. íroknað mat og tilfar

Kokkaskúli fyri børn

Dagskeið: 27. mai  frá kl. 9.00 – 15.00

Verð meistari í køkinum samanvið barninum/børninum,  lær at gera heilsugóðan mat í egnahædd. Vit gera øðrvísi og spennandi mat.

Undirvísarar Joan M Sivertsen
Kostnaður 500 kr. fyri hvørt foreldur og 150 kr. fyri hvørt barni íroknað mat og tilfar

Kreativa vikan

Við spennandi verkstovum um  heilsu, matgerð og alskins handarbeiði

Vikuskeið 1: 29. apríl – 3. mai

Vikuskeið 2: 13.-17. mai

Vikuskeið 3: 27.-31. mai

Frálæra verður givin í heilsugóðum, burðardyggum mati, og ymiskum handarbeiði. Skeiðið verður skipað sum verkstovur.

Undirvísarar: Jenny Kastalag, Paulina Eliasen,  Joan M Sivertsen, Sólva J Joensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti

Skeiðið er eitt vistarskeið og kostar 2.500 kr. Íroknað er matur og gisting.

ALT Á EINUM STAÐ

Kom og ger klæðini klár
– til próvhandanina, ólavsøkuna ella til veitsluna?

Seyma buksur til føroysk klæði

Vikuskiftisskeið 1.- 2. mars & 8.-9. mars

Fríggjadag og leygardag  frá kl. 9:00 – 16:00

Undirvísari: Jenny Kastalag

Kostnaður fyri skeiðið er 1.500 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, men ikki tilfar.

Seyma vest til føroysk klæði

Vikuskiftisskeið  14.-15.-16. mars & 21.-22.-23. mars

Skeiðið er hósdag frá kl. 13:00 til 16:00
Fríggjadag og leygardag frá kl. 9:00 til 16:00
Undirvísari: Jenny Kastalag

Kostnaður fyri skeiðið er 1.600 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, men ikki tilfar.

Seyma skjúrt til føroysk klæði

Skeiðið er frá 11.-12.-13. apríl

Skeiðið er hósdag frá kl. 13:00 til 16:00
Fríggjadag og leygardag frá kl. 9:00 til 16:00

Undirvísari: Jenny Kastalag

Kostnaður fyri skeiðið er 1.200 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, men ikki tilfar.

Brodering til føroysk klæðir, føroysk bond og annað

Skeið 1. 29. februar, 1.-2. mars & 7.-8.-9. mars

Skeið 2. 14.-15.-16. mars &  21.-22.-23. mars

Skeiðið er frá kl. 9:00 til 16:00
Undirvísari: Paulina M. K. Eliasen

Kostnaður fyri skeiðið er 1.600 kr. íroknað er okkurt lætt til matna og kaffi, men ikki tilfar.

Fleiri spennandi skeið koma í næstum.